Kvinnur, 07 Vestur b, spældu fyrsta dystin í kvinnudeildini í 10 ár.

Kvinnurnar: B-liðið vann 4-2 á AB

07 Vestur, sum seinastu 10 árini ikki hevur havt kvinnulið, stillar í ár upp við heili tveimum liðum. Fyrireikingarnar til kappingina hava gingið væl, men ilt er at meta um lið undan fyrsta umfari, og enn verri at spáða um úrslit. Tað vóru tó við góðum vónum, at 07 Vestur kvinnurnar komu á Dungasand í dag.

Fyrstar í eldin vóru tær á B-liðinum, sum í dag tóku ímóti AB. B-liðið er í ár mannað U18 gentum, men í dag vóru nakrar av teimum eldru eisini við, fyri at stuðla uppundir. Bæði liðini byrjaðu trilvandi, og fyrstu minuttirnar settu áskoðarirnir, sum vóru komnir saman undir 07 vestur húsinum, ikki vónirnar høgt til ein undirhaldandi dyst. Hetta broyttist tó skjótt, og tá áleið 10 minuttir vóru leiktir av dystinum, sleppur Henrikka til skot mitt fyri. Málmaðurin tekur skotið, men beinir bóltin beint til høgrabeinið hjá Anniku, sum var komin upp við í vinstru síðu. Uttan at ivast smekkar hon bóltin í netið til 1-0. 

Eftir hetta kom lív í dystin. Tað var fyri tað mesta okkara sum koyrdu á, men hetta tóktist ikki geva nakað úrslit. “Trýst elvir til móttrýst” segði maðurin á sinni, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin kom hetta AB til góðar. Innanfyri heilt stutta tíð fóru vit frá at verða frammanfyri 1-0 til at verða aftanfyri 1-2, sum eisini var støðan, tá farið var til hálvleiks. 

Seinni hálvleikur kom betri frá byrjan enn hin fyrri, og tað leikar javnt á inntil Sesilia P, roynir seg við einum kanónskoti úr 25 metra fjarstøðu. Áðrenn málmaðurin hevur varnast, situr bólturin uppi í høgra horni, og vit hava javna. Hetta fekk veruliga lív í tær ungu á okkara liði, og valla vóru 2 minuttir spældir, tá bólturin fyri triðju ferð liggur í AB málinum. Hesaferð var tað Henrikka, sum kom at standa leys við málmanninum, og eisini hon fekk smekkað bóltin innum. 

Eftir hetta blivu AB leikarirnir farligari, men við tveimum stórbjargingum frá leikandi hjálparvenjaranum Joan, eydnaðist okkum at varðveita yvirvágina, hóðast nógv stóð á. Hesa løtuna hoyrdist mangt hvinið frá áskoðarunum, sum mestsum hildu ondini, líka til 5 minuttir vóru eftir, og okkara enn einaferð fingu bóltin innum. Sesilia rekur seg leysa og skjýtur, men málmaðurin bjargar í fyrstu atløðu. Henrikka, sum var komin fram við, var skjót á bóltinum, og smekkaði hann innum fyri aðru ferð. 

Teir írestandi minuttirnar, tyktist sum um okkara vóru mettaðar. Við tryggari tveymálaleiðslu, løgdu vit okkum longur afturi, tó við undantaki frá Henrikku, sum nú tóktist lukta hattrick. Tað mundi eisini eydnast í allar síðstu løtu, men AB málverjin fekk hendur á bóltinum. Stór var gleðin, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. 07 Vestur B hevði fyribils lagt seg á odda í deildini!

Skrivað hevur Jana Jacobsen




Komandi dystir

Betri-deildin, 27. mei kl. 15:00
07 Vestur - Skála

2. deild, 26. mei kl. 15:00
07 Vestur - NSÍ 

Kvinnur, 23. mei kl. 18:20
AB/B71 - 07 Vestur a


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 11 14 28
B36 11 13 25
11 10 23
NSÍ 11 11 20
Víkingur 11 3 17
Skála 11 -3 14
EB/Streymur 11 -3 10
TB/FCS/Royn 11 -8 10
AB 11 -12 8
07 Vestur 11 -25 1

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 5
Ken Fagerberg 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 7 22 19
AB/B71 6 11 13
TB/FCS/Royn 7 7 12
AB 6 -8 7
07 Vestur b 6 -9 7
ÍF/Víkingur 5 -1 5
EBS/Skála (-3) 5 -1 3
Giza Hoyvík 6 -21 0


Málskjúttar

Margit M. Kwao 7
Mona S. Poulsen 6
Sissal Haraldsen 5
Henrikka W. Jacobsen 3
Julia Niclasen 3
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Annika Niclasen 1
Barbara Prior 1
Paula Jensen 1
Sesilia Olsen 1
Sesilia Prior 1