
Kvinnurnar høvdu leygardagin ein liðmenningar dag
Somuleiðis sum menninir fóru útferð, sluppu kvinnurnar eisini at hugna sær í gjár, tó eitt sindur øðrvísi.
Dagurin byrjaði við lekkrum morgunmati kl 10:30, sum Julia og Katrina stóðu fyri. Kvinnurnar vóru allan dagin deildar upp í tvey lið, reyðar ímóti bláum. Eftir morgunmatin var farið oman í høllina, har boing bóltar stóðu klárir. Eftir 1 tíma við fótbóltsdysti, sveittabrotið og nógvum láturkrampum, byrjaði ein postarenning.
Postarenningin var skipað soleiðis, at har var ein langur listi av ymiskum tingum, vit skuldu taka mynd við... til dømis fekk mann 20 stig fyri at taka mynd við Teitur 😄
Postarenningin vardi í 40 min. og endaði við fifa vøllin á Mýrum, har síðsta uppgávan varð at spæla dyst við brillum, har ikki ber til at síggja beint fram.
Vit avgjørdu síðani at enda dagin í Geisa, til ein lekkran bita saman ❤️ Høgni og Per vóru sjálvandi við.
Vit vilja takka 07 Vestur fyri ein ómetaliga góðan og stuttligan dag saman, sum lið ❤️