Kvinnurnar í gongd aftur

Í vikuni hava 07 Vestur og Silva longt sáttmálan, so success-venjarin frá í fjør tekur enn eitt ár við róðrið. Leygardagin kl. 9 verður so eisini ársins fyrsta venjing hjá kvinnunum. Og, sum tað eigur at verða, byrja tær venjingina við morgunmati, góðari samveru og kunning. 

"Vit hava dygdarleikarar heilt úr U11", sigur Silva, og heldur fram at "vit eiga at geva øllum gentunum í økinum møguleikan at røkka sínum dreymum".

"Vit vita at tað er langur vegur upp í toppin fyri eitt heilt ungt felag í kvinnufótbólti, men, fyri evnaríkar leikarar og serliga tær, ið velja fótbólt sum sína ítróttargrein, kann alt lata seg gera. Vit hava eisini venjarar og foreldur á gentusíðuni, sum stremba eftir at leggja alt til rættis fyri núverandi og komandi árgangir."

"Og sjálvandi droyma vit eisini um, at um nøkur ár, at kunna bjóða øllum teium allar bestu vágadamunum, sum í dag spæla um medaljur í Betri Deildini og á landsliðinum, vestur aftur at leika við okkum", sigur Silva at enda.

Leygardagin verður so sett hol á, og allar, sum hava hug at leika við kvinnum og old girls í ár eru vælkomnar, umframt at gentur U16 og U13, meira enn gjarna kunnu verða við.

Skráin 

9:00 morgunmatur 
9:45 stutt framløga um komandi ár
10:15 venjing
11:00 liðugt






Komandi dystir

6. apríl

1. Deild: EBS- 07V,  kl. 17.00 

2. Deild: Vík- 07V,   kl. 16.00  

3. Deild: 07V- NSÍ b,kl. 16.00 



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 4 12 10
Víkingur II 4 9 10
07 Vestur 4 6 10
NSÍ II 4 -3 6
B68 4 -1 5
Skála II 4 0 4
B71 4 -8 4
HB II 4 -2 3
EB/Streymur II 4 -4 1
B36 II 4 -9 1

Málskjúttar

Solomon Kwao 2
Eirikur Ellendersen 1
Heri Kjærbo 1
Hørður Egilsson 1
Ragnar Weihe 1