
Kvinnurnar skuffandi 1-0 tap í Leirvík
Eftir at heimaliðið skoraðu í næstseinasta minutti, máttu kvinnurnar taka vestur aftur úr Leirvík við skuffandi 1-0 tapi móti eysturoyarliðinum ÍF/Víkingur/B68 í ryggsekkinum. Vit kunnu tó fegnast um, at tveir leikarar, Asta og Eyðrið, fingu sínar fyrstu dystir fyri kvinnuliðið.
Sum heild var dysturin sunnudagin eitt sindur tamur, við ikki so nógvum møguleikum. Fitt av vindi var gjøgnum allan dystin, og hetta førdi kanska eisini við sær, at avleveringar ikki komu akkurát har, sum ætlað var. Tó so, so komu bæði liðini til nakrar fínar støður í fyrra hálvleiki, men málverjarnir høvdu ongantíð trupulleikar av skotunum.
Seinni hálvleikur minti nógv um tann fyrra. Bólturin var mest á miðjum vølli, og tað var langt millum skotini upp á mál. Okkara kvinnur, sum høvdu eitt lítið lot í ryggin, royndu seg við nøkrum langskotum, tó at tað nakrantíð varð veruliga farligt.Mest sum dysturin skuldi enda málleysur, so skora ÍVB. Eftir eitt fríspark úti í síðuni, varð bólturin skotin innfyri. Eftir at vit ikki fingu bóltin burtur, so prikar ein ÍVB leikari bóltin í málið.
Eitt skuffandi tap, men tað er einki annað at gera enn at bretta um ermar, og so herja á aftur komandi dyst, sum verður sunnudagin, tá felagsliðið úr Suðuroynni kemur á vitjan.
Liðið: Kristina Dánialsdóttir Gásdal (M), Sesilia Prior, Helma Thomasen, Eyðrið Rúnadóttir, Paula Jensen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Marita E Thorsvig, Ruth Thomasen, Asta Egilstoft Nielsen.
Asta Egilstoft Nielsen (16) og Eyðrið Rúnadóttir (16), báðar úr Sandavági, spældu á kvinnuliðinum fyri fyrstu ferð.
Gentur U18
U18 hava ikki spælt síðan stórsigurin í Miðvági 12. juni, men skulu aftur í eldin fríggjakvøldið kl. 1915. Tað verður á heimavølli móti AB/B71.