Mynd: www.jn.fo

Legendan tekur enn eitt tørn

Tór-Ingar Akselsen hevur endiliga játtað at tikið enn eitt ár í svarta búnanum. 36-ára gamli sandavágsmaðurin var av týðningarmestu leikarunum í fjør, og dygdirnar og royndirnar fara at hjálpa okkum væl.

Tór-Ingar er av royndastu leikarunum í Vágum nakrantíð, og, at hann tekur enn eitt ár á vøllinum, hevur sjálvsagt stóra ávírkan á felagið og liðið. Íroknað steypakapping og altjóða dystir, hevur Tór-Ingar nærum 300 dystir á hægsta stiði, við 07 Vestur, FS Vágum og HB. Á toppskjúttalista okkara, liggur Tór-Ingar nr. 2, við 59 málum, trý aftanfyri Holgar.

Her vesturi hevur Tór-Ingar vanliga verið at sæð frammaliga á vøllinum, men í fjør var tað meira sum verjuleikari, hann fekk roynt seg. Drúgvu royndirnar gera, at hann helst eisini kann røkja fleiri pláss.

Vit vóna at síggja nógv til Tór-Ingar í ár, og ynskja honum hjartaliga góða eyðnu í avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.




Komandi dystir

22/6: 

1. deild m. 07V-B36 kl. 15.00 

2. deild m. 07V-Víkingur kl. 17.30

3. deild m. Víkingur-07V kl. 18.30

DU17 NSÍ-07V kl. 13 í


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 14 15 31
07 Vestur 15 13 31
Víkingur II 14 16 27
KÍ II 13 16 26
B68 15 -5 17
B71 13 -11 16
Skála II 15 -2 15
B36 II 14 -10 13
HB II 14 -8 9
EB/Streymur II 15 -24 7

Málskjúttar

Solomon Kwao 6
Ken Fagerberg 4
Niels Mouritsen 4
Ragnar Weihe 3
Dann Fróðason 2
Eirikur Ellendersen 2
Høgni E. Nielsen 2
Hørður Egilsson 2
Martin Tausen 2
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1