Løgmanssteypið: 07 Vestur inn á Skála

Drigið hevur júst verið millum luttakandi liðini í innleiðandi og 1. umfar í kappingini um Løgmannsteypið 2013. 07 Vestur kom nakað seint úr pottinum, og tað var sum útilið móti Skála.

Tað verður sunnudagin 14. apríl at vit skulu inn á Skála. Hetta verður ein endurtøka av síðsta umfarið í fjør, tá vit vunnu 0-2 móti skálamonnum, sum annars høvdu klára seg sera væl í seinnu hálvu.

Vit spældu tríggjar dystir móti Skála í fjør. Tann fyrsti endaði við 2-2 javnleiki eftir at vit høvdu ligið undir 2-0. Okkara mál komu seint, Ragnar í 75. minutti og Tór-Ingar í 85. Vit kundu eins væl havt vunnið tann dystin, har heimaliðið datt fullkomuliga saman móti endanum.

Støðan var ikki tann sama á heimavølli seks vikur seinni. Vit taptu hendan, tann síðsta dystin í fyrru hálvu, 0-1. Tapið kundi eisini væl verri størri. Eftir hetta mistu vit so eisini bert 2 stig restina av kappingarárinum.

Triðji dysturin var sum sagt í seinasta umfarið, har alt var avgjørt frammanundan. Vit vunnu 0-2, uppiborið.

Vónandi endurtakað vit hetta um ein mánaða. 

Koyrið á 07 Vestur!




Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1