Hørður Ingi Egilsson t.v. og Niels Mouritsen.

Niels og Hørður longt við 07 Vestur

Í gjár longdu Hørður Ingi Egilsson (21) og Niels Mouritsen (20), sum, hóast darvaður av skaða, gjørdist toppskjútti okkara, sáttmálar sínar við 07 Vestur.

Hørður hevur verið ein av mest leikandi spælarum okkara í ár, og hetta má sostatt eisini roknast sum veruliga gjøgnumbrotsár hansara. Hann spældi allar uttan tann eina dystin, og skoraði 3 mál.

Niels hevur somuleiðis veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í ár, hóast hann spældi fleiri dystir á besta liði okkara í fjør eisini. Hann hevur verið illa plágaður av skaðum, men fekk hóast tað 14 dystir á besta liði, og skoraði 9 mál, og bleiv sostatt eisini toppskjútti okkara.

Vit fegnast um, at tveir afturat av okkara egnu halda fram í felagnum, teir eru uppvaksnir í. Góða eyðnu og hjartaliga tillukkuk!