Nú er møguleiki at melda til venjaraskeið B1 og B2

Á hvørjum ári skipar Fótbóltssamband Føroya fyri hópin av venjaraskeiðum, og komandi ár verður einki undantak. Í januar mánaða 2017 skipar FSF fyri fýra B1-venjaraskeiðum, og í februar verða tvey B2-venjaraskeið á skránni. 

Lagt verður fyri longu í januar mánaða, tá fýra B1-skeið eru á skránni, og februar er ætlanin at skipað fyri tveimum B2-venjaraskeiðum.

B1-skeiðini verða skipaði soleiðis
13.-15. januar í Havn
13.-15. januar í Klaksvík
27.-29. januar á Toftum
27.-29. januar í Vági

Tilmeldingarfreistin til B1-venjaraskeiðini, ið eru ásett at vera 20 tímar, er mikudagin 4. januar 2017. Nærri kunning um B1-skeiðini sæst her: B1-venjaraskeið, januar 2017

B2-skeiðini verða skipaði soleiðis
3.-5. og 10.-12. februar í Havn
10.-12. og 17.-19. februar í Leirvík

Tilmeldingarfreistin til B2-venjaraskeiðini, ið eru ásett at vera 50 tímar, er mikudagin 25. januar 2017. Nærri kunning um B2-skeiðini sæst her: B2-venjaraskeið, februar 2017

Venjarar og hjálparfólk hjá 07 Vestur, ið hava áhuga í venjaraskeiðunum, kunnu venda sær til Jákup Olaf á telefon 590707.





Komandi dystir

EFFO-deildin, 16. sep. kl. 16:00 
07 Vestur - Skála 5-0


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 22 28 48
22 20 43
NSÍ 22 21 37
B36 22 22 41
HB 22 12 33
TB/FCS/Royn 22 -8 25
EB/Streymur 22 -17 23
Skála 22 -12 23
07 Vestur 22 -25 19
ÍF 22 -41 9

Málskjúttar

Ken
5
Søren
5
John
3
Gunleif
2
Holgar
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1