Mynd: Regin Davidsen

Nú má røkka ella støkka!

Stey stig eru upp til niðurflytingarstrikuna, og 18 eru eftur at spæla um, nú 22. umfar verður bríkslað í gongd leygardagin. Vit taka ímóti Skála á Dungasandi, og hava fyrr í ár staðið okkum væl ímóti teimum. Á Skála vunnu vit 1-0, hóast vit spældu við einum manni minni meginpartin av seinna hálvleiki, og í Sørvági leiktu vit javnt 1-1. Leikliga vóru vit omaná tann dystin, men eitt brotsspark bjargaði teimum tað eina stigið.

Skálamenn stríddu seg til ein 4-3 sigur seinasta dyst ímóti NSÍ, og kunnu við einum sigri í morgin nærum vissa sær at vera verðandi í deildini. Um vit vinna, hava vit enn eina lívlinju til at spæla við millum teir bestu komandi ár. 

Vit eru fullmannaðir aftur, eftir at Martin og Sølvi hava havt leikbann.

Tað verða uttan iva tvey lið sum eru uppsett til at fáa sigurin heim, og teir tiltiknu smáu marginalarnir kunnu vera við til at avgera, hvønn veg sigurin fer.

Áskoðarastuðulin skal ikki undirmetast, og við at møta upp at stuðla 07Vestur, kann tú vera við til at gera munin.

Síggjast á Dungasandi leygardagin kl. 16.00





Komandi dystir

Betri-deildin, 16. aug. kl. 19:00
07 Vestur - HB

2. deild, 18. aug. kl. 17:30
B68 - 07 Vestur

Kvinnur, 26. aug. kl.
07 Vestur a - 07 Vestur b


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 18 21 46
18 21 41
NSÍ 18 25 36
Víkingur 18 12 35
B36 17 12 30
EB/Streymur 18 -8 18
Skála 18 -11 18
TB/FCS/Royn 18 -12 15
AB 18 -32 8
07 Vestur 17 -28 7

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 6
Kyrylo Silich 2
Sølvi Egilsson 2
Høgni E. Nielsen 1
Ken Fagerberg 1
Ndende 1
Sonny Jakobsen 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 11 32 29
AB/B71 9 14 20
TB/FCS/Royn 11 13 19
AB 10 -8 14
ÍF/Víkingur 9 6 12
07 Vestur b 11 -19 8
EBS/Skála (-3) 9 1 7
Giza Hoyvík 10 -39 1


Málskjúttar

Margit M. Kwao 11
Sissal Haraldsen 11
Mona S. Poulsen 6
Julia Niclasen 5
Annika Niclasen 4
Jana Jacobsen 4
Henrikka W. Jacobsen 3
Barbara Prior 2
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Kristianna á L. Haraldsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1