Nýggju ljósini tendrað

Seinnapartin í dag blivu nýggju ljósini á Dungasandi í Sørvági tendrað fyri fyrstu ferð. Nýggju ljósini lúka herdu treytirnar hjá FSF og gera umhvørvið á og um vøllin til nakað heilt serligt.

Umframt nýggju ljósini, verður arbeitt av allari megi við at víðka um vøllin. Girðingin um vøllin er partvíst tikin niður og verður stoypt upp aftur longur úti, so frástøðan frá girðingini inn á vøllin verður góðkend, tá nýggi vøllurin verður lagdur. Sørvágs Kommuna hevur bílagt nýggjan vøll, sum verður lagdur á í mei mánaða.

Nýggju ljósini hevur Sørvágs Kommuna fingið til vega og Thorfinn Nielsen el-innleggjari gerð arbeiðið.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 18. Juni kl. 15:00
TB/FCS/Royn - 07 Vestur

2. deild, 5. Juni kl. 15:00
EBS - 07 Vestur

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 12 16 26
12 9 26
NSÍ 12 12 21
HB 12 5 17
TB/FCS/Royn 12 2 16
B36 12 +5 14
EB/Streymur 12 -11 11
07 Vestur 12 -13 11
Skála 12 -7 10
ÍF 12 -18 6


Málskjúttar

Ken
3
Holgar
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1