Jim Sonni Guttesen, formaður, og Pauli Poulsen, nýggjur høvuðsvenjari.

Pauli Poulsen nýggjur venjari hjá 07 Vestur

Nú er greitt at komandi kappingarár verður Pauli Poulsen venjari hjá 07 Vestur. Pauli kemur vestur eftir hálvfjórða ár á Skála og tekur yvir eftir Sigtór A. Petersen, sum røkti starvið seinasta mánaðin av kappingarárinum.

Pauli tekur á seg stóru uppgávuna at standa á odda fyri EFFO-manningini hjá 07 Vestur, sum, í ár, fekk besta úrslitið nakrantíð og endaði við 28 stigum. Tað gjørdist ikki nokk til meira enn 9. pláss, men tá bert eitt lið flutti upp úr 1. deild, sleppur 07 Vestur at halda fram í bestu mansdeildini.

Seinastu tvey árini hevur Pauli leitt Skála til góð úrslit eftir at hann stóð á odda tá skálamenn fluttu upp í EFFO-deildini í 2015. Í fjør megnaðu teir 8. pláss og, í ár, annað árið í EFFO-deildini, spældu teir seg upp á eitt flott 6. pláss, 5 stig framman fyri okkum.

Áðrenn hann gjørdist venjari á Skála var 44-ára gamli skálamaðurin eitt ár á Toftum og 3 ár hjá NSÍ, eftir fyrstu royndirnar sum høvuðsvenjari við Skála í 2003 og 4. Pauli hevur eisini royndir sum hjálparvenjari hjá Skála, NSÍ og KÍ.

Vit ynskja Pauli hjartaliga vælkomnum vestur og gleða okkum til stórar upplivingar komandi ár.




Komandi dystir

Betri-deildin, 17. juni kl.
EB/Streymur - 07 Vestur 

2. deild, 9. juni kl.
07 Vestur - ÍF

Kvinnur, 17. juni kl. 
07 Vestur a - Giza Hoyvík


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 13 17 34
13 15 29
B36 13 10 25
NSÍ 13 18 24
Víkingur 13 3 20
EB/Streymur 13 1 14
Skála 13 -8 14
TB/FCS/Royn 13 -11 11
AB 13 -19 8
07 Vestur 13 -24 4

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 5
Kyrylo Silich 2
Sølvi Egilsson 2
Høgni E. Nielsen 1
Ken Fagerberg 1
Ndende 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 9 26 25
TB/FCS/Royn 9 15 18
AB/B71 7 11 14
AB 8 -11 10
ÍF/Víkingur 7 4 8
07 Vestur b 9 -16 8
EBS/Skála (-3) 7 -2 4
Giza Hoyvík 8 -28 1


Málskjúttar

Margit M. Kwao 9
Sissal Haraldsen 7
Mona S. Poulsen 6
Julia Niclasen 4
Annika Niclasen 3
Henrikka W. Jacobsen 3
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Barbara Prior 1
Jana Jacobsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1