
Piotr Krakowski heldur fram í 07 Vestur
07 Vestur og Piotr Krakowski eru í dag komin ásamt um avtalu fyri komandi kappingarár. Royndi venjarin leiddi liðið til uppflyting úr 1. deild í ár, og kemur sostatt eisini at standa á odda, tá vit skulu staðfesta okkara leiklut í EFFO-deildini komandi ár.
Piotr Krakowski kom til Føroya í 1989, og spældi við B71 í átta ár, har hann eisini vann gull í bestu deildini. Sísta ári sum leikari var hann her vesturi, tá hann í 1997 spældi við FS Vágum. Árini eftir var hann leikandi venjari í Fuglafirið og við B36, inntil 2000, tá hann setti gaggurnar og halgaði seg venjaraleiklutin burturav.
Longu fyrsta árið eftir, eydnaðist honum so at vinna higartil einasta gull heiðursmerki, tá hann leiddi B36 til føroyameistaraheiti. Síðan tá hevur hann verið eitt ár í B36, fimm í EB/Streymi, trý í 07 Vestur og tvey hjá B71.
Vit gleða okkum at samstarva enn eitt ár og ynskja Piotr bliðan byr!
(Hagtøl: faroesoccer.com)