Ragnar skrivað nýggjan sáttmála

Ragnar Weihe spældi í ár á besta liði fyri fyrstu ferð og gjørdist beinanvegin ein av stuðulsleikarum okkara. Í vikuni setti 18-ára gamli sandavágsmaðurin undirskrift á nýggjan sáttmála!

Bert 17 ára gamal byrjaði Ragnar fyrsta dystin á besta liði okkara, í 1. umfari í 2-0 sigrinum í Runavík. Og longu í 3. umfari skoraði hann fyrsta málið. Ungi miðvallarin spældi 26 av 27 dystum í 1. deild og tann eina í steypakappingini, og skoraði 5 mál.

Framtíðin sær bjørt út, fyri bæði leikara og felag, nú Ragnar hevur bundið seg til at halda fram í barndómsfelagnum!