Royndur ungari í málið

Staðfestingin av, at lopið frá 1. deild upp í Effo deildina er stórt, hevur fingið nevndina í 07 Vestur at leggja nógva orku í at finna rætta mannin at verja málið í næsta ár. Nú er maðurin funnin og sáttmálið undirskrivaður.

07 Vestur og András Gángó hava skrivað ein 1 ára sáttmála. Við 151 Effodeildardystum, 12 steypakappingardystum og 4 UEFA Cup dystum, metur nevndin, at 28 ára gamli ungarin hevur royndirnar, ið kunnu verða avgerandi fyri útfallið av nýggju avbjóðingunum, ið verða skotnar í gongd við Margáir 9. marts.

András Gángó kom fyrstu ferð til Føroya í 2006. Í fýra ár vardi hann málið fyri ÍF, áðrenn hann skiftið til NSÍ, har hann spældi í tvey ár. Seinasta kappingarár vardi Gango, sum hann vanliga verður kallaður, málið hjá KÍ.

András Gángó hevur unnustu úr Runavík, har tey, saman við 8 vikur gamla soninum, eisini búgva.

Heimasíðan ynskir Andrasi Gango vælkomnum vestur í svarta 07 Vestur búnan!





Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1