Mynd frá fyrr í ár: www.jn.fo

Sannførandi 3-1 sigur í seinasta heimadystinum

(Dystarfrásøgn) 07 Vestur vóru betra liðið á Dungasandi í dag, og, við trimum móti einum, vunnu vit sannførandi sigur í seinasta heimadystinum í ár. Martin og Søren skutu ávíkavist fyrsta og seinasta málið, meðan annað málið var sjálvmál.

Hóast sera vánaligt veður fyri tað mesta seinastu vikuna, vóru líkindini rættiliga góð í Sørvági í dag. Tað regnaði eitt sindur illa við hvørt, men tað darvaði ikki spælinum.

Bert tríggir minuttir vóru spældir tá vit løgdu okkum á odda. Vit vunnu fríspark í høgru síðu, og Holgar, í dysti nummar 200 á besta liði okkara, legði ein sukurbólt á pannuna á Martin. Púra ódekkaður mitt í brotsteiginum var tvørámaðurin eirindaleysur móti gomlu liðfeløgunum og skallaði til 1-0.

Vit høvdu nakrar naskar atsóknir eftir hetta, men, tá lítil hálvur tími var farin, javnaðu gestirnir. Vit vóru eitt sindur ókonsentreraðir í verjuni og tað førdi til at Jóannis setti hondina fyri og dómarin bríkslaði fyri brotsparki. Jón Krosslá Poulsen var settur at skjóta móti gamla liðfelaga sínum í málinum. Hann smekkaði til og Ivan fekk hondina fyri. Skotið var hart og vann inn um málstrikuna til 1-1.

Dysturin var javnari eftir hetta, og fram til hálvleik hendi ikki tað stóra. Vit høvdu tó ikki spælt langt inn í annan hálvleik, so vóru vit aftur á odda.

Okkara byrjaðu eisini annan hálvleik betri og skaptu eitt ávíst trýst. Eftir annað hornasparkið var annar miðverjin hjá TB/FC Suðuroy/Royn, Anton Holse, óheppin og skallaði bóltin í egið mál.

Vit vóru stórtsæð betri restina av dystinum, hóast gestirnir arbeiddu hart. Og tá í annar hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, avgjørdu vit dystin: John, sum fimm minuttir áðrenn var komin inn fyri Ken, fekk bóltin úti í høgru síðu. Hann bíðaði til Søren var komin uppá pláss og legði flatt innfyri, og so kundi Søren seta bóltin í netið til 3-1.

Tað, sum eftir var, hendi ikki tað stóra, og so kundu vit gleðast um, at seinasti dysturin á Dungasandi í ár endaði við sigri og harvið 25 stigum, sum er nýtt met. Leikarar og fjepparar takkaðu hvørjum øðrum fyri í ár og so er bara at bíða til leygardagin fyri at finna útav, um vit framhaldandi eru EFFO-lið.

Liðið: Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig, Martin Tausen, Torstein Mýlingstind, Petur G. Dalbø; Janus S. Samuelsen (Asbjørn, 89.), Pål Fjelde, Høgni E. Nielsen, Holgar Durhuus (Jákup, 86.); Ken Fagerberg (John, 66.); Søren B. Nielsen.
Eyka: Silas Eyðsteinsson, Dann Fróðason, Asbjørn Heðinsson, Jákup Sveinbjørn Olsen, Sølvi Egilsson, Tór-Ingar Akselsen, John Frederiksen.




Komandi dystir

DYSTURIN Í DAG, 21. OKT, ER ÚTSETTUR VEGNA VEÐUR

 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 24 36 64
24 24 48
B36 24 22 47
NSÍ 24 33 46
Víkingur 24 7 39
Skála 24 -8 26
TB/FCS/Royn 24 -13 25
EB/Streymur 24 -19 20
07 Vestur 24 -42 13
AB 24 -40 12

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 6
Sonny Jakobsen 4
Sølvi Egilsson 3
Kyrylo Silich 2
Høgni E. Nielsen 2
Ken Fagerberg 1
Ndende 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 14 37 35
AB/B71 11 20 23
ÍF/Víkingur 12 13 21
TB/FCS/Royn 11 13 19
AB 12 -17 14
EBS/Skála (-3) 11 3 10
07 Vestur b 14 -30 8
Giza Hoyvík 11 -38 3


Málskjúttar

Margit M. Kwao 14
Sissal Haraldsen 11
Mona S. Poulsen 9
Julia Niclasen 5
Annika Niclasen 4
Jana Jacobsen 4
Bettieyð Ellingsgaard 3
Henrikka W. Jacobsen 3
Barbara Prior 2
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Anna Gaardlykke 1
Kristianna á L. Haraldsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1