Mynd: Jógvan Helgi/www.vp.fo

Silas við á U21-landsliðið!

Silas við á U21-landsliðið, sum Eli og Hegga hava úttikið at spæla á útivølli móti Montenegro og Norðurmakedónia.

- Vit hava úttikið ein sera sterkan hóp, ið kemur at taka við sær alt tað, ið riggaði móti Kasakstan á heimajørð í juni mánað, og sum eisini skal royna at bøta um tað, ið eydnaðist minni væl.

Soleiðis sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF, í samband við úttøkuna til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Norðurmakedónia, sum verða á útivølli í næstum.

Fríggjadagin 6. september spæla Montenegro og Føroyar á Niksic Stadion í Niksic í Montenegro, og týsdagin 10. september hittast Norðurmakedónia og Føroyar á FFM Training Centre í Skopje í Norðurmakedónia.

Ein annar av okkara, Janus Svabo Samuelsen, sum nú spælir við Skála, er eisini úttikin.

Hópurin
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (Danmark)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Hugin Samuelsen, B36
Ólavur Niclasen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, AB
Petur Knudsen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Daniel Johansen, HB
Stefan Radosavljevic, B36
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Adrian Justinussen, HB

Hini londini í bólkinum eru Ísrael, Spania og Kasakstan. Tá Føroyar og Kasakstan í juni spældu á Svangaskarði, gjørdist úrslitið 3-1 til kasakar. Fáar dagar seinni vann Kasakstan 2-1 á útivølli móti Montenegro.





Komandi dystir

 

13/9:   

1. d. m. NSÍ-07Vestur kl. 19.30 í Runavík

14/9:

2. d. m. 07Vestur-B68 kl. 15.30 í Sørvági

3. d. m. Royn-07Vestur kl. 0?.00 í Hvalba 

DU17 07Vestur-Víkingur kl. 1300 í Sørvági


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 22 25 46
NSÍ II 22 14 42
KÍ II 20 23 38
07 Vestur 22 14 38
B68 22 0 31
Skála II 22 -5 24
B71 21 -15 23
B36 II 22 -11 21
HB II 21 -9 20
EB/Streymur II 22 -36 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 8
Solomon Kwao 8
Høgni E. Nielsen 6
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Sølvi Egilsson 1
Teitur Olsen 1
Tór-Ingar Akselsen 1