Sjálvvirkandi limagjaldið

Í næstum verður limagjaldið flutt sjálvvirkandi av kontu hjá teimum leikarum, ið skrásettu seg á mínrokning í fjør, og framvegis leika. Tey, ið ikki eru skrásett enn, melda til sjálvvirkandi gjaldsavtaluna á heimasíðuni, undir limagjald.

Limagjaldið hjá øllum íðkandi skal gjaldast við mínrokning frá Elektron, har leikarin verður skrásettur eina ferð umvegis leinkjuna á heimasíðuni, og síðan verður gjaldið flutt árliga, so leingi leikarin íðkar í 07 Vestur. Til ber sjálvsagt at uppsiga gjaldsavtaluna, tá ein gevst at spæla. 

Øll, ið spæla við 07 Vestur, skulu verða limir í felagnum og gjalda limagjald. Tað er eisini krav frá FSF fyri at kunna luttaka í kapping, umframt at limaskapur krevst fyri at fáa lut í ítróttartryggingini hjá ÍSF. Allir gjaldandi limir hava eisini ognarlut í 07 Vestur á jøvnum føti. 

Um onkur ynskir at spæla við 07 Vestur, ella hevur børn í ynskja at spæla, og hevur trupult við, ella ikki megnar, at gjalda limagjaldið, kann viðkomandi venda sær til nevnd ella ungdómsnevnd, so verður ein loysn funnin. Eingin skal standa uttanfyri felagskapin av hesi orsøk.





Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1