Sølvi longt sáttmálan

Eftir góða sigurin móti B68 í gjárkvøldið, gjørdist greitt at Sølvi Egilsson hevði sett sína undirskrift á nýggjan, longdan sáttmála við 07 Vestur. Sølvi skal sostatt, komandi ár, leika 10. árið fyri felagið.

25-ára gamli miðvallarin hevur leikt við 07 Vestur øll árini, síðan hann, sum 16-ára gamal, fekk aldur til vaksnamannafótbólt, við undantaki av einum ári, tá hann var á eftirskúla í Danmark og leikti við Silkeborg.

Á besta liði okkara hevur Sølvi leikt heili 142 dystir, fyri tað mesta á miðjuni, men eisini fleir dystir í verjuni, umframt onkran dyst heilt frammi í álopinum. Vit síggja fram til nógvar dystir afturat, í ár, í jakstranini eftur plássi í Betri deildini, og framyvir.