Sølvi skrivað nýggjan sáttmála

07 Vestur og Sølvi Egilsson hava skrivað nýggjan sáttmála, og Sølvi heldur sostatt fram í 07 Vestur, har 24-ára gamli sandavágsmaðurin hevur leikt á besta liði síðan 2011.

Stríðsmaðurin og "alt-mulig"-maðurin fekk sín fyrsta dyst sum 16 ára gamal í 2011, og er uppvaksin í felagnum, undantikið einum styttri tíðarskeiði í ungdómsliðum hjá Silkeborg. Sølvi spælir á fleiri plássum, og hevur roynt seg allastaðni, í verjuni á miðjuni og í álopinum.

Sølvi hevur leikt 136 dystir á besta liðinum, síðan frumdystin í 2011, og hevur skotið 13 mál.