Sølvi skrivað nýggjan sáttmála

Sølvi Egilsson og 07 Vestur hava gjørt nýggjan sáttmála, sum inniber at 27-ára gamli sandavágsmaðurin verður partur av hópinum hetta komandi kappingárið.

Sølvi er ímillum mest spælandi leikararnar hjá 07 Vestur, við 170 dystum á besta liði felagsins. Hetta hóast hann øll árini hevur verið nakað darvaður av skaða. Soleiðis varð eisini í fjør, men hann fekk allíkavæl 18 dystur í Betri Deildini.

Hesi árini síðan hann breyt ígjøgnum á besta liðinum eftir at hava roynt seg í Silkeborg ímillum 2012 og 14, hevur hann víst seg rættiliga fleksiblan. Hann hevur sostatss spæld á nærum øllum plássum, undantikið í málinum, okkurt árið í miðverjuni, onkuntíð á miðjuni og eisini á høgra og vinstra bakki umframt sum kantspælari.

Nøkur mál eru eisini komin, og í fjør vóru tað til tvey, sum bæði vóru avgerandi á hvønn sín hátt. Tað fyrra í 1-1 javnleiki á útivølli móti B36, tá hann javnaði í 70. minutti. Tað seinna var enn meira avgerandi, tí tað gav øll trý stigini á Toftum, í 86. minutti. Sølvi stóð á røttum stað eftir horna og tá bólturin kom inn fyri aftur var hann klárur við handaru stong.




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
19. mars Skála-07 Vestur


Betri Deildin, kvinnur
26. mars B36-07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
10 32 30
Víkingur 10 22 24
B36 10 15 19
HB 10 4 16
EB/Streymur 10 -6 14
AB 10 -8 10
07 Vestur 10 -14 9
NSÍ 10 -16 9
Skála 10 -8 5
B68 10 -21 5


Málskjúttar


Mads Borchers 5
Høgni E. Nielsen 2
Jasper V. D. Heyden 2
Rønni M-Iversen 2
Janus Samuelsen 1


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
7 19 19
EBS/Skála 7 14 16
B36 7 10 13
HB 7 11 12
NSÍ 7 11 10
07 Vestur 7 0 9
Víkingur 7 6 3
TB/FCS/Royn 7 -71 0

Málskjúttar


Sissal Haraldsen 3
Carol Silva 2
Eyðrið Rúnadóttir 2
Evelin 2
Kristina Gásdal 1
Lisa Haraldsen 1