Sølvi til Silkeborg Fodbold College

Eftir hálvt ár á besta liðið okkara flytir Sølvi nú til Danmarkar, har hann skal byrja á Silkeborg Fodbold College, har hann, umframt veningina, eisini skal taka student.

Sølvi fekk sítt gjøgnumbrot á 1. liðinum í ár, sum bert 17 ára gamal. Vegna skaða misti hann nakrar dystir, men spældi hóast hetta 10 av fyrstu 16 umførunum, umframt nakrar dystir á 2. liðið.

Saman við vinmanninum Hørði byrjaði Sølvi at venja fast við Vodafone-hópinum í fjør eftir summarsteðgin. Hann spældi nógvar dystir í 1. deild og unglingum, og so við dreingjaliðinum (U16).

Í vetur var hann á venjingarlegu hjá FCK og flytir nú til Danmarkar.

07 Vestur takkar Sølva fyri hesuferð og ynskir góða eydnu!

(Ein størri grein um Sølva og nýggju avbjóðingarnar kemur skjótt...)