Jim Sonni Guttesen, formaður, og Svenn Olsen, nýggjur høvuðsungdómsvenjari.

Svenn er nýggjur høvuðsungdómsvenjari

07 Vestur styrkir enn meira um ungdómsarbeiðið, nú Svenn Olsen úr Gøtu tekur við sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum, og gerst annar ungdómsvenjarin í fulltíðarstarvi. Við hesum stigið undirstrikar 07 Vestur sítt framsøkni ungdómsarbeiðinum.

Høvuðsungdómsvenjarastarvið umfatar venjing av yngru leikarunum, umframt yvirskipaðu leiðsluna av venjingini í ungdóms- og barnadeildini og stuðul og vegleiðing til venjarar, liðleiðarar og foreldur, ið eisini eru knýtt at ymisku aldursbólkunum.

Afturat sær hevur Svenn, Jens Erik Rasmussen, í fulltíðarstarvi hjá yngru deildunum. Fleiri aðrir venjarar eru eisini knýttir at ungdómsdeildini, flest allir teirra við venjaraútbúgvingum, styttri og longri.

Svenn, sum hevur A-prógv sum venjari, kemur úr Víkingi, har hann hevur starvast í áravís sum venjari og vegleiðari hjá ungum og vaksnum leikarum. Svenn hevur eisini starvast sum leiðbeinari og ungdómslandsliðsvenjari hjá Fótbóltssambandinum.

Sambært hagtølum hjá FSF, er 07 Vestur felagið í landinum við hægst tali av íðkandi í mun til fólkatalið. Og, við út við 30 liðum í yngru deildunum, er 07 Vestur ímillum feløgini í landinum við størst tali av leikarum. Umleið 300 børn leika í barna- og ungdómsdeildini.




Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1