Mynd: Egil Petersen

Tór-Ingar fekk gávukort eftir dyst 200

Áðrenn dystarbyrjan leygardagin, í fyrsta heimadystinum eftir dyst 200, handaði Jón Nordendal Tór-Ingari gávukort frá Fiskastykkinum. 

Tað var á útivølli í Hoyvík, at Tór-Ingar spældi dyst sín nr. 200, og í hesum sambandi hevði Fiskastykkið í Sandavági lati Tór-Ingari gávukort, sum formaðurin í 07 Vestur lat honum áðrenn dystin leygardagin. 

Í 2-1 sigrinum leygardagin móti NSÍ, spældi Tór-Ingar so dyst nr. 201, júst sama dystartal, sum mest leikandi felagsins, Holgar Durhuus.




Komandi dystir


Betri Deildin
7. mars kl. 15:00 07 Vestur - B36