Mynd: www.jn.fo

Tvey brotspørk avgjørdu fyrsta heimadystin

Tað var sera sparið við málmøguleikum á Dungasandi í dag. Ken legði 07 Vestur á odda, men við einum brotsparki í hvørjum hálvleiki, vunnu Suðringar dystin í dag 2-1.

Umstøðurnar at spæla í dag vóru góðar. Kalt, men bert eitt líti lot og turt. Nokkso fitt at fólki var komið á Dungasand, har umstøðurnar nú eru sera góðar til áskoðarar, nú loftið er tikið í brúk.

Áðrenn liðini høvdu funnið seg heilt til rættis, skoraði Ken til 1-0. Gestirnir høvdu horna, men so gekk tað skjótt hin vegin. Teir fingu tó vart fyri mótálopinum og góvu horna til okkum. Jóannis tók úr vinstru síðu, og áraka handaru stong, nakað úti í brotsteiginum, fekk Ken høvdi á bóltin og sendi hann í ein boga tvørturum um málið og í netið við handaru stong.

Eftir málið lótu vit spælið til suðringar og royndu okkum við langum bóltum fram til ein rættiliga einsamallan Ken, sum so royndi at finna Gilla og Kira, men fingu rættiliga líti burturúr. Eitt flatt innlegg frá Kira sá rættiliga farligt út, men Ken varð júst ov seinur við fremru stong.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fingu gestirnir sítt fyrsta brotspark. Ein lang diagonalavlevering snýtti Petur, og Búi Egilson fekk bóltin niður inni í brotsteiginum. Ivan kom út, men ov seinur og dómarin bríkslaði. Radosavlevic skoraði trygt til høgru fyri Ivan, sum fór øvugtan veg. 1-1.

Móti endanum av fyrra hálvleiki árnaðust okkara við, men stórvegis kom ikki burturúr. So vit fóru til hálvleiks við javnleiki 1-1.

Í hálvleikinum gjørdi Pauli tvær útskiftingar. Sølvi, sum hevði havt trupulleikar í lærkrikanum í vikuni, og Jón fóru út. Fyri teir komu Asbjørn og Janus.

Spælið gekk ájavnt frá byrjan í 2. hálvleiki, hóast spælið ikki var serliga gott. Nógvir feilir frá báðum pørtum og nógvir langir bóltar. Tað sama kundi ein eisini sagt um fyrra hálvleik.

Sum dysturin lækkaði móti endanum, spældu gestirnir við alsamt størri váða. Tað gav okkum trupulleikar, men samstundis varð eisini rúm fyri mótálopum. Tað gjørdist tó ikki farligt hvørgan vegin, og málverjarnir høvdu ikki nakra veruliga bjarging. Tað høvdu teir heldur ikki havt allan dystin.

Tá umleið 15 minuttir vóru eftir, valdi Pauli at taka Ken út. Við hesum mistu vit alla tyngd í álopinum og Suðringar fingu fatur á øllum, ið vit spældu niðaneftir. Vit komu eisini undir trýst og beint sum farið varð inn í tíðina dómarin hevði lagt afturat, ruddaðu vit ikki ordiliga undan og bólturin bleiv spældur inn í brotsteigin. Gestirnir høvdu fleiri renningar inn móti málinum, og ein av okkara bleiv dømdur fyri eitthvørt brot og so kundi Radosavlevic aftur seta bóltin í netið frá brotsteiginum. Ivan fór rættan veg, men fekk ikki bjargað.

Beint fyri brotsparkið høvdu vit vandamikið fríspark, men málverjin bjargaði skotinum hjá Janus út til horna. Hornasparkið kom ikki ordiliga inn fyri og vit fingu ikki meira burturúr tí støðuni.

Við 1-2 tapinum í dag, hava vit bert 1 stig eftir 2 dystir. Og sjálvandi eru vit ikki nøgd við hesa støðuna. Nú eru so tvær vikur til næsta dyst, sum verður móti EB/Streymi á Eiði. Vit hava nógv at arbeiða uppá, so hesir dagarnir koma væl við.

Byrjanaruppstilling: Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig, Ndende Adama Gueye, Høgni Egilstoft Nielsen, Petur Gullstein Dalbø; Nikola Krcmarevic, Sølvi Egilson (Asbjørn, 45.); Kyrylo Silich, Gilli Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen (Janus, 45.); Ken Fagerberg (Martin, 83.).
Eyka: Silas Eyðsteinsson, Janus Svabo Samuelsen, Dann Fróðason, Asbjørn Heðinsson, Martin Hjaltalin Dam, Hørður Egilsson, Tór-Ingar Akselsen.




Komandi dystir

  1. deild m. 07V-EBS kl. 16.00 

  2. deild m. FCH-07V kl. 16.00

  3. deild m. 07V-ÍF kl. 12.30


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 19 21 40
NSÍ II 19 16 39
07 Vestur 19 18 38
KÍ II 18 22 35
B68 19 -6 22
B71 18 -16 19
B36 II 19 -11 18
Skála II 19 -8 17
HB II 19 -11 14
EB/Streymur II 19 -25 12

Málskjúttar

Solomon Kwao 8
Niels Mouritsen 8
Høgni E. Nielsen 5
Ken Fagerberg 4
Ragnar Weihe 3
Hørður Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Martin Tausen 2
Eirikur Ellendersen 2
Tór-Ingar Akselsen 1
Teitur Olsen 1
Heri Kjærbo 1
Asbjørn Heðnsson 1