17 leikarar vóru til fyrstu venjingina hjá U16 í ár.

U16 byrjaðir at venja

Fyrsta uttandura venjingingin hjá U16 í ár hevur verið í dag. Venjari er Jens Erik Rasmussen, og vant verður mánadag, týsdag og hósdag kl. 16:15. Allir leikarar í árgangunum 2001 og 2002 eru hjartaliga vælkomnir.

Hesa fyrstu vikuna verður vant í Sandavági, men síðan, eftir at nýggju ljósini eru komin upp í Sørvági, verður venjingin flutt út á Dungasand.

U16-liðið hjá 07 Vestur klára seg vanliga rættiliga væl í FM-bólkinum, har teir hava liðið í ovaru helvt seinastu árini. Í fjør lógu teir rættiliga leingi upp móti medalju, men fingu at enda eitt 5. pláss.

Seinasta vetur vunnu U16 eisini higartil einasta FM-heiti hjá 07 Vestur, tá teir vunnu Føroyameistara-heitið í Futsal.




Komandi dystir

Betri-deildin, 22. feb. kl. 18:30
Skála - 07 Vestur 3-1
(Venjingardystur)

Kvinnur 24. feb. kl. 11:00
07 Vestur - ÍF/Víkingur
(Venjingardystur)

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur 0 0 0
AB 0 0 0
B36 0 0 0
EB/Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
Skála 0 0 0
TB/FCS/Royn 0 0 0
Víkingur 0 0 0

Málskjúttar