Upptakt, 07 Vestur - TB

Endiliga er heimadystur á Dungasandi. Nú er longu nærum hálvt ár síðan besta lið okkara var í eldinum, men nú sleppa vit aftur oman á sandin at síggja fótbólt. 

Og ikki bara tað, nú er tað besta deildin tað snýr seg um. Vit vunnu greitt í 1. deild í fjør. Nú er tað millum tey 10 bestu. Og í morgin móti TB, sum, ótrúliga, megnaði at vera hangandi í deildini.

TB hevur styrkt sær um liðið, síðan í fjør. Ndende, sum helst var besti maðurin hjá B68, er fluttur suður. Á venjarasíðuni er eisini broytt, har Milan Kuljic er er farin frá og hjálparvenjarin, Hans Fróði Hansen, hevur tikið stóru ábyrgdina uppá seg.

07 Vestur hevur eisini broytt nakað í hópinum. Umframt Blé og Gango, er Eli F. Nielsen komin vestur, eftir eitt ár í Havn. 

Vit gleða okkum til at síggja lið okkara aftur á heimavølli. Latið okkum gera dagin til eitt jaligt upplivilsi. Síggjast á Dungasandi!

Koyrið á 07 Vestur




Komandi dystir 

1. deild menn
31. okt. 15:00 B71 - 07 Vestur



Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 25 30 52
NSÍ II 25 38 50
07 Vestur 24 16 45
B68 24 17 40
KÍ II 25 1 34
HB II 25 -21 33
B71 25 6 32
B36 II 25 -12 31
AB II 25 -18 22
FC Hoyvík 25 -57 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 8
Tór-Ingar Akselsen 8
Eiler Fróðason 5
Dann Fróðason 4
Martin Tausen 4
Gilli Samuelsen 3
Teitur Olsen 3
Jógvan Petersen 2
Ragnar Weihe 2
Zoran Vujovic 2
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Marjus Nielsen 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 12 54 30
07 Vestur 12 14 23
HB 12 5 21
ÍF/Víkingur/B68 12 -9 16
TB/FCS/Royn 12 -9 13
AB 12 -17 9
12 -38 8

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1