Upptakt: 07 Vestur - EB/Streymur

Tað verður ein sokallaður 6-stigsdystur á Dungasandi leygardagin. Báðir uppflytararnir frá í fjør møtast, og hvørgin parturin hevur ráð til at tapa dystin. Tá vit í apríl møttu felagsliðnum við Margáir, vunnu vit ein 2-0 sigur í einum tøttum dysti. Málini fingu Ken og Jákup Sveinbjørn.

EB/Streymur kemur vestur við nógvum sjálvsáliti, eftir at teir vunnu 2-1 ímóti KÍ seinasta dyst. Okkara lið vísti seinasta umfar, at vit megna eisini at stríðast, og bara við 10 monnum ein stóran part av dystinum, vunnu vit á útivølli ímóti skálamonnum. Hetta var bert aðru ferð at Skála tapti ein heimadyst í ár.

Gunleif er framvegis uttanfyri við skaða, og Sølvi hevur leikbann. Annars eru allir hinir menninir tøkir. 

Vónandi koma nógvir áskoðarar til dystin, sum verður á Dungasandi kl. 17.00 leygadagin.

Stuðulin uttanfyri vøllin er sera umráðandi og kann ikki undirmetast.


Koyr á - 07 Vestur





Komandi dystir

EFFO-deildin, 21. okt. kl. 15:15 
ÍF - 07 Vestur 1-5

DU18, 23. okt. kl. 18:00 
07 Vestur - HBb 3-2


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 27 29 52
27 24 52
B36 27 23 48
NSÍ 27 22 46
HB 27 12 39
Skála 27 -9 33
EB/Streymur 27 -15 32
TB/FCS/Royn 27 -14 29
07 Vestur 27 -22 28
ÍF 27 -50 12

Málskjúttar

Søren
9
John
6
Holgar
5
Ken
5
Gunleif
2
Martin
2
Pål
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1