Mynd: jn.fo

Upptakt: 07 Vestur - EB/Streymur

Seinast vit møttu EB/Streymi í Sørvági gjørdi talan um ein undirhaldandi, og ikki sørt dramatiskan dyst. Felagsliðið legði seg á odda tíðliga í dystinum við brotssparki, og beinanvegin í seinna hálvleiki øktu teir til 2-0. Hendan støðan helt sær líka til 86 minuttir vóru farnir, og hóttandi tap var í hondum.

Men so dømdi íslendski dómarin enn einaferð brotsspark, og hesaferð til okkum. Ken sveik ikki álitið tá hann varð settur at skjóta, og so var 1-2. Tveir minuttir eftir fingu vit útjavnandi málið, og hesaferð var tað Søren sum var seinastur á bóltinum, og 2-2.

Í yvirtíðini fekk Ken reyða kortið, og venjarin Trúgvi Mortensen varð eisini rikin av síðulinjuni, men dysturin endaði 2-2. Hinir báðir dystirnir, sum í fjør vóru spældir ímóti EB/Streymi, vóru í Streymnesi. Tann fyrra vunnu vit 2-0, og tann seinna taptu vit 3-0.

EB/Streymur hevur fingið eina góða byrjan uppá árið, við einum 3-2 sigri á B36, og hava eisini - eins og vit - spælt ein javnleik móti AB á Argjum. 

Vit mugu reisa okkum aftur eftir tapið móti suðringum, og vónandi fáa vit ein góðan dyst á Dungasandi, har vit standa eftir við trimum stigum, tá dómarin bríkslar av.

Síggjast á Dungasandi, mánadagin, 2. Páskadag kl. 15:00






Komandi dystir

 

28/9:   

  1. d. m. KÍ-07V kl. 16.00 í Klaksvík

  2. d. m. AB-07V kl. 14.00 á Argjum

  3. d. m. ROYN-07V kl. 14.30 í Hvalba


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 25 21 49
NSÍ II 25 20 49
KÍ II 24 28 48
07 Vestur 25 16 44
B68 25 4 34
B71 24 -14 29
Skála II 25 -8 27
HB II 25 -8 26
B36 II 25 -10 24
EB/Streymur II 25 -46 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Sølvi Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1