Venjaratoymi í yngru deildunum havt fund

Uttandura venjingin hjá yngru deildunum eru nú um at byrja, og ungdómsvenjararnir við høvuðsungdómsvenjaranum, Jens Erik Rasmussen, á odda, hevur havt sín fyrsta fund.

07 Vestur hava lið í øllum árgangum uttan Gentur U17, og vant verður bæði í Sandavági og Sørvági í flestu árgangunum. Nógvir venjarar eru knýttir at felagnum, og í gjárkvøldið møttust fleiri av teimum til kjak um tilgongd og skipan av venjingunum.

Jens Erik Rasmussen er settur høvuðsungdómsvenjari og kemur at hjálpa øllum venjarunum, og regluligir fundir ímillum venjararnar eru ein liður í hesum. Tosað verður um ymiskt, bæði førleikamenning, pedagogisku síðuna, skipan av venjingum, yvirorðnaðu menningarætlanina, og ymiskt annað, ið er viðkomandi fyri ungdómsdeildina.

Venjingartíðir eru eisini um at koma uppá pláss fyri øll liðini og verður kunngjørd í næstum.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 18. Juni kl. 15:00
TB/FCS/Royn - 07 Vestur

2. deild, 5. Juni kl. 15:00
EBS - 07 Vestur

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 12 16 26
12 9 26
NSÍ 12 12 21
HB 12 5 17
TB/FCS/Royn 12 2 16
B36 12 +5 14
EB/Streymur 12 -11 11
07 Vestur 12 -13 11
Skála 12 -7 10
ÍF 12 -18 6


Málskjúttar

Ken
3
Holgar
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1