Venjingardystur: EB/Streymur - 07 Vestur 3-1

Fyrsti venjingardysturin í ár er júst av. Fyri okkara viðkomandi varð úrslitið ikki gott, men spælið var til tíðir góðkent. Holgar skoraði okkara mál uppá retur frá brotsparki, sum hann sjálvur tók.

Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Jákup S. Olsen, Janus S. Samuelsen, Martin Tausen Tór-Ingar Akselsen; Holgar Durhuus, Ken Fagerberg.

Eyka (allir komu inn): Silas Eyðsteinsson, Jóannis á Steig, Asbjørn Heðinsson, Dann Fróðason, Rói Hansen.

Fyrsti venjingardysturin varð á einari leið. Vit skoraðu fyrst, Holgar uppá retur frá brotspark, sum málverjin hálvbjargaði. EB/Streymur javnaðu eisini uppá retur frá brotsparki, sum rakti yvirleggjaran.

Vit høvdu yvirtakið nærum allan dystin, undantikið fyrstu og seinastu 10 minuttirnar. Vit høvdu eisini størstu møguleikarnar, Ken úr stuttari fjarstøðu, men málverjin kom út og fekk kroppin fyri, og Niels, eftir frísparksinnlegg frá Jóannis, men málverjin fekk prikað bóltin júst yvir yvirleggjaran.

Móti endanum fingu sundalagsmenn so tvey mál, kanska eitt sindur óneyðug, men tað telur við, og vit máttu taka til takkar við 3-1 tapi.

Leygardagin spæla vit tveir venjingardystir, tann fyri í Runavík móti NSÍ kl. 12:00, og tann seinna móti B68 kl. 14:30 inni á Toftum.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 16. sep. kl. 16:00 
07 Vestur - Skála 5-0


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 22 28 48
22 20 43
NSÍ 22 21 37
B36 22 22 41
HB 22 12 33
TB/FCS/Royn 22 -8 25
EB/Streymur 22 -17 23
Skála 22 -12 23
07 Vestur 22 -25 19
ÍF 22 -41 9

Málskjúttar

Ken
5
Søren
5
John
3
Gunleif
2
Holgar
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1