Venjingardystur: KÍ - 07 Vestur 1-0

Fyrireikingarnar til EFFO-kappingina halda fram, og í kvøld varð tað so við dysti í Klaksvík. Lið okkara stóð seg væl rættiliga leingi, men at enda fekk heimaliðið mál - tað einasta og avgerandi.

Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Jákup S. Olsen, Janus S. Samuelsen, Høgni E. Nielsen, Holgar Durhuus; Søren B. Nielsen, Ken Fagerberg.

Eyka (allir komu inn): Silas Eyðsteinsson, Petur G. Dalbø, Asbjørn Heðinsson, Tór-Ingar Akselsen, Dann Fróðason, Jóannis á Steig.

Heimaliðið hevði meira spælið og mest av bóltinum í kvøld, men vit lúrdu longri afturi á vøllinum. KÍ fingu tó nakrar møguleikar, men vit høvdu eisini okkara - onkrar heilt stórar.

Tað endaði tó við, at heimaliðið, heilt móti endanum, fingu avgerandi málið.

Leygardagin luttaka vit í VFF-Cup, sum byrjar kl. 13. Allir dystirnir verða leiktir í Gundadali.





Komandi dystir

EFFO-deildin, 19. mars kl. 15:00
07 Vestur - TB/FCS/Royn 0-1

2. deild, 18. mars kl. 14:00
07 Vestur - EB/Streymur 2-0
(venjingardystur)

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
TB/FCS/Royn 2 2 6
HB 2 2 4
Víkingur 2 1 4
ÍF 2 1 3
B36 2 0 2
2 0 2
Skála 2 0 2
NSÍ 2 -1 1
EB/Streymur 2 -2 1
07 Vestur 2 -3 0

Dagsins Besti

Ivan Stojkovic
1