Gomul mynd

Venjingardystur: NSÍ - 07 Vestur 5-0

Ársins annar venjingardystur bleiv spældur í Runavík á middegi í dag. Eftir hálvleikstøðuna 4-0 til heimaliðið, gjørdist endaliga úrslitið 5-0.

Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Janus S. Samuelsen, Asbjørn Heðinsson, Martin Tausen, Holgar Durhuus; Søren B. Nielsen, Ken Fagerberg.

Eyka (allir komu inn): Jákup S. Olsen, Tór-Ingar Akselsen, Jóannis á Steig, Dann Fróðason, Høgni E. Nielsen.

Okkara leikarar komu sera illa frá byrjan, og tað gjørdist ikki betri við at bæði Sølvi og Petter máttu av vøllinum áðrenn hálvur tími var farin. Hálvleiksstøðan, gjørdist sum sagt, 4-0.

Annar hálvleikur gekk betri, og vit loyvdu ikki annars væl leikandi runavíkingunum fram til stórvegis møguleikar.

Næsta leygardag er aftur venjingardystur. Vit spæla tá móti B36 í Havn.





Komandi dystir

EFFO-deildin, 18. Juni kl. 15:00
TB/FCS/Royn - 07 Vestur

2. deild, 5. Juni kl. 15:00
EBS - 07 Vestur

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 12 16 26
12 9 26
NSÍ 12 12 21
HB 12 5 17
TB/FCS/Royn 12 2 16
B36 12 +5 14
EB/Streymur 12 -11 11
07 Vestur 12 -13 11
Skála 12 -7 10
ÍF 12 -18 6

Málskjúttar

Ken
3
Holgar
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1