Venjingardystur: Skála - 07 Vestur 1-0

Næstseinasti venjingardysturin áðrenn tað verður álvara varð spældur í gjárkvøldið. Vit vóru omaná nærum allan dystin, men møguleikarnir vóru fáir, kanska tveir til hvørt liðið. Einasta og avgerandi málið fingu skálamenn.

Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Torstein Mýlingstind, Petter Bjørlund, Petur G. Dalbø; Gunleif Magnusarson, Høgni E. Nielsen; Holgar Durhuus, Jákup S. Olsen, Tór-Ingar Akselsen; Ken Fagerberg.

Eyka (allir komu inn): Silas Eyðsteinsson, Asbjørn Heðinsson, Dann Fróðason, Jóannis á Steig, Janus S. Samuelsen.

Vegna brek á ljósunum byrjaði dysturin nakað seinkað, og ljósini komu ongantíð ordiliga uppá pláss, og hetta darvaði sjálvsagt spælinum nakað.

Heimaliðið fekk eina sera góða byrjan uppá dystin, og, longu áðrenn 5 minuttir vóru spældir, høvdu teir longu, sum tað skuldi vísa seg, fingið avgerandi málið. Vit gjørdu fríspark uttanfyri brotsteigin, skotið endaði beinleiðis í netinum aftanfyri Ivan.

Sum greitt frá í byrjanini, lógu vit annars omaná restina av dystinum. Skála spæla mest uppá skjótar umstillingar, men liggja annars nokkso verjukent. Og vit høvdu bóltin mest.

Bæði liðini høvdu tó trupulleikar at skapa stórar møguleikar, kanska bert tveir í part. Fleiri mál komu tó ikki, so dysturin endaði 1-0 til heimaliðið.

Sunnudagin verður seinasti venjingardysturin á hesum sinni. Tað verður eisini móti Skála, á heimavølli í Sørvági.





Komandi dystir

EFFO-deildin, 23. apríl kl. 16:00
EB-Streymur - 07 Vestur

2. deild, 22. apríl kl. 19:30
Skála - 07 Vestur

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
TB/FCS/Royn 2 2 6
HB 2 2 4
Víkingur 2 1 4
ÍF 2 1 3
B36 2 0 2
2 0 2
Skála 2 0 2
NSÍ 2 -1 1
EB/Streymur 2 -2 1
07 Vestur 2 -3 0

Dagsins Besti

Ivan Stojkovic
1