VFF-Cup: 07 Vestur taptu finaluna uppá brotsparkskapping

07 Vestur tóku øll á bólið við at spæla seg í finaluna í VFF-Cup í dag, móti B36. Einki mál kom í vanligari leiktíð og finalan bleiv sostatt avgjørd uppá brotsparkskapping, sum vit taptu 4-3. Flottir sigrar á KÍ og HB løgdu lunnar undir 1. plássi í bólkaspælinum.

Vit vunnu fyrstu tvey umførini, ávíkavist 2-0 á KÍ og 1-0 á HB, har Trygvi og Albert stillaðu við sterkari uppstilling báðar dystirnar. Tveir teir seinnu dystirnar fingu nógvir leikarar spælitíð, ið ikki munnu væntast at teljast ímillum fyrstu 11. Tó nógv enn kann broytast. Jovan, sum er venjari á 2. liðið, tók eisini yvir tá. Vit fingu tó javnleik móti suðuroyingum, og tryggjaðu okkum finalupláss.

Í finaluni blandaðu venjararnir kortini aftur, men vit megnaðu ikki at skora áðrenn vanliga leiktíðin var farin. Tað kláraðu B36 heldur ikki, og so bleiv brotsparkskapping. Sigtór, Tór-Ingar og Sølvi skoraðu síni brotspørk, men Gunleif og síðani Janus brendu, meðan B36 bert brendu sítt fyrsta.

Okkara leikarar fara sostatt til hús við silvurmerkjunum, sum sjálvsagt er skuffandi, tá vit vóru so nær at vinna alt. Avrikini vóru hóast hetta, til tíðir, rættiliga sannførandi, og vit kunnu avgjørt taka okkurt jaligt við okkum til kappingina, sum byrjara hálvan mars.

Dystirnir

Fyrsti dysturin varð móti KÍ og vit vunnu 2-0. Dysturin var rættiliga javnur, men vit skoraðu tvey mál seinastu 10 minuttirnar. Janus skoraði bæði.

Liðið: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Jákup S. Olsen, Martin Tausen, Asbjørn Heðinsson, Holgar Durhuus; Janus S. Samuelsen; Søren B. Nielsen.

Annar dysturin varð móti HB og vit vunnu 1-0. Mesta partin av dystinum høvdu HB bóltin mest, men bert eitt mál kom, og tað var eftir vit kontraðu, og Holgar bleiv feldur í brotsteiginum. Ken tók og skoraði sítt fyrsta mál fyri 07 Vestur.

Liðið: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Petur G. Dalbø; Jákup S. Olsen, Martin Tausen, Janus S. Samuelsen, Holgar Durhuus; Søren B. Nielsen, Ken Fagerberg.

Í triðja umfari í bólkaspælinum, møttu vit Giza Hoyvík og taptu 2-0. Nýggju broytingar blivu gjørdar á liðinum, og Jovan sum stendur á odda fyri okkara 2. liðið, tók um endan. Vit høvdu nógvar møguleikar bæði at leggja okkum á odda og, móti endanum, kundu vit eisini skotið fleiri mál, men so bleiv ikki.

Liðið: Ivan Stojkovic; Niels Mouritsen, Uni F. Nielsen, Gunleif Magnusarson, Fríði S. Joensen; Rói Hansen, Teitur Olsen, Asbjørn Heðinsson, Tór-Ingar Akselsen; Dann Fróðason; Dan Fagerberg.

Síðsta umfarið varð móti TB/FC Suðuroy/Royn. Við einum stigi kundu vit tryggja okkum pláss í finaluni, og úrslitið gjørdist eisini 1-1. Dysturin var javnur at byrja við, men vit skoraðu fyrst. Rói fekk málið eftir innlegg frá Ásmund. Móti endanum vassaðu vit í møguleikum og burdu vunnið dystin.

Liðið: Ivan Stojkovic; Hørður Egilsson, Fríði S. Joensen, Gunleif Magnusarson, Niels Mouritsen; Ásmund Hansen, Teitur Olsen, Uni F. Nielsen, Tór-Ingar Akselsen; Dann Fróðason; Rói Hansen.

Finalan bleiv spæld móti B36. Eftir 30 minuttir varð støðan enn 0-0. Vit høvdu onkran møguleika at avgerða áðrenn hetta, men so bleiv ikki. Brotsparkskappingina taptu vit 4-3.

Liðið: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Torstein Mýlingstind, Petur G. Dalbø; Ásmund Hansen, Teitur Olsen, Uni F. Nielsen, Hørður Egilsson; Janus S. Samuelsen; Rói Hansen.
Innskiftir: Gunleif Magnusarson, Tór-Ingar Akselsen, Dann Fróðason.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 18. Juni kl. 15:00
TB/FCS/Royn - 07 Vestur

2. deild, 5. Juni kl. 15:00
EBS - 07 Vestur

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 12 16 26
12 9 26
NSÍ 12 12 21
HB 12 5 17
TB/FCS/Royn 12 2 16
B36 12 +5 14
EB/Streymur 12 -11 11
07 Vestur 12 -13 11
Skála 12 -7 10
ÍF 12 -18 6

Málskjúttar

Ken
3
Holgar
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1