Vunnu við 10 monnum

Eftir steðg í 3 vikur, skuldu U15 dreingirnir aftur í eldin í dag. Á stigatalvuni lógu vit á 4 plássi, ímeðan mótstøðuliðið B71 lá á 5 plássi undan dystinum, so eftir tí kundi talan verið um spennandi dyst. 

Hetta sá tó ikki út til at verða tilfeldið í fyrra hálvleiki, tí áðrenn 10. minuttir vóru leiktir, komu vit á odda. Bólturin var spældur upp ígjøgnum høgru síðu, har Sjúrður legði innfyri til ein púra fríðan Marjus, sum óttaleysur smekkaði bóltin í netið til 1-0. 

10 minuttir seinni, kom annað málið. Uppskriftin var hin sama, men hesaferð kom bólturin úr vinstru síðu, og Trygvi átti síðsta fót á bóltinum, áðrenn hann enn einaferð lá í B71 málinum. 

3 minuttir seinni vóru vit aftur uppá spæl. Hesaferð var tað Heindrikur, sum rann verjuna av, men skotið fór beint viðsíðuna av. 

Seinastu løtuna í fyrra hálvleiki, gjørdust okkara mans tó í so grammir, og hetta kom at kosta okkum dýrt. Nú vit áttu alt pressið, var okkara verja komin nakað væl inn á mótstøðuhálvuna at standa, uttan at varnast ein B71 leikara, sum nú kundi standa einar 10 metrar framanfyri okkara, uttan at verða off side, og hetta var eisini júst tað, sum hendi: B71 áleyparin fekk ein bólt spældan, og átti alla okkara hálvu einsamallur. Ólavur í okkara máli velur so tað einasta rætta at gera: Hann kemur út ímóti. Ólukkutíð fellir hann B71'aranum í royndini at steðga honum, og dómarin er ikki í iva: Fríspark og reytt kort. Frísparkinum fingu teir tíbetur ikki tað stóra burturúr, men nú vóru vit niðri á 10 monnum, við meir enn hálvum dysti eftir at leika. Vit hildu tó tætt tað, ið eftir var av hálvleikinum, og hálvleikstøðan var tískið 2-0. 

Seinni hálvleikur var tungur, nú vit vóru í undirtal, og ikki mundi hann verða meir enn hálvrunnin, tá B71 fekk okkum aftur. Tó var eyðsæð, at okkara leikarar ongar planir høvdu at deila stigini. Teir kempaðu seg fram aftur á vøllin, men ikki var lætt at fáa nakað burturúr, nú hinir vóru fleiri. Vit kláraðu tó at vinna okkum nakrar deyðbóltar frammi á teirra hálvu, og ikki kann sigast annað, enn at væl var fingið burturúr: fyrsta frísparkið kom inn fyri, har Silas var hægstur, og fekk bóltin upp um málmannin, og so var 3-2. Annað frísparkið sendi Eiler beint í netið við einum dundurskoti, og so vóru vit aftur 2 mál framanfyri. Móti endanum var bólturin aftur í B71 málinum, men hesaferð var málið tíverri kolldømt, og endaliga støðan gjørdist sostatt 4-2. 

Eftir trý umfør, hava vit nú vunnið tveir, og eru komnir uppá 6 stig. Liðið í dag var ikki til at kenna aftur frá fyrsta umfari, har lítil og eingin stríðshugur var at síggja. Í dag bardust vit sanniliga, og tað var sjón fyri søgn at tað gav úrslit! 

Næsti dystur verður komandi leygardag inni á Toftum, har oddaliðið B68 tekur ímóti, og vónandi verður sami stríðshugur at síggja tá!

(Skrivað hevur Jana Jacobsen)





Komandi dystir

Dysturin ímillum 07 Vestur og EB/Streym verður leiktur týsdagin 23. okt. kl. 16.30  

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 27 40 73
NSÍ 27 39 55
B36 27 25 53
27 23 51
Víkingur 27 2 39
Skála 27 -11 29
TB/FCS/Royn 27 -15 28
EB/Streymur 27 -23 21
07 Vestur 27 -39 18
AB 27 -41 17

Málskjúttar

Sonny Jakobsen 11
Gilli Samuelsen 6
Sølvi Egilsson 3
Ken Fagerberg 3
Kyrylo Silich 2
Høgni E. Nielsen 2
Ndende 1
Charlie Machell 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 14 37 35
AB/B71 14 26 30
ÍF/Víkingur 14 14 25
TB/FCS/Royn 14 13 25
AB 14 -12 17
EBS/Skála (-3) 14 -6 10
07 Vestur b 14 -30 8
Giza Hoyvík 14 -42 7


Málskjúttar

Margit M. Kwao 14
Sissal Haraldsen 11
Mona S. Poulsen 9
Julia Niclasen 5
Annika Niclasen 4
Jana Jacobsen 4
Bettieyð Ellingsgaard 3
Henrikka W. Jacobsen 3
Barbara Prior 2
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Anna Gaardlykke 1
Kristianna á L. Haraldsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1