Ndende til 07 Vestur 07 Vestur hava júst undirskrivað sáttmála við Ndende Adama Guéye. Ndende verður roknaður sum ein veruligur styrkur á liðinum hjá nýggja venjaranum, Paula Poulsen.
07 Vestur havt aðalfund Í kvøld hevur 07 Vestur havt aðalfund eftir broyttu viðtøkunum, har nevndarval skal verða stutt eftir kappingarlok. Nýggj nevnd er skipað við 8 limum.
Fríði skrivað nýggjan sáttmála Fríði Sandberg Joensen hevur verið ein av týðningarmiklastu leikarunum á 2. liði í ár, og 20-ára gamli miðvingurin hevur nú eisini undirskrivað sáttmála fyri 2018.
Janus heldur fram í 07 Vestur Í kvøld hava Janus Svabo Samuelsen og 07 Vestur skrivað nýggjan sáttmála, ið knýtir leikaran at felagnum komandi kappingarár. Hóast bert 19-ára gamal, var Janus ímillum týðningarmiklastu leikarar okkara í ár.
Jón Krosslá Poulsen til 07 Vestur 07 Vestur kunngerð í kvøld, á 10-ára degi felagsins, at sáttmáli júst er skrivaður við Jón Krosslá Poulsen, sum sostatt flytir vestur at spæla komandi ár, og verður partur av EFFO-hópinum hjá nýggja venjaranum, Paula Poulsen.
07 Vestur útnevnt heiðurslimir Á sjálvum 10-ára føðingardegi felagsins útnevndi formaðurin, Jim Sonni Guttesen, tríggjar teir fyrstu heiðurslimirnar í 07 Vestur: Steinbjørn Hansen, Jóhan F. Magnussen og Magna Thomassen.
Karl og Ragnar skrivað sáttmála Sandavágsbrøðurnir Karl og Ragnar Weihe hava júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. Brøðurnir eru uppvaksnir í felagnum, og tað er okkum ein gleði at síggja ungar leikarar blanda seg uppí millum okkara bestu.
Pauli Poulsen nýggjur venjari hjá 07 Vestur Nú er greitt at komandi kappingarár verður Pauli Poulsen venjari hjá 07 Vestur. Pauli kemur vestur eftir hálvfjórða ár á Skála og tekur yvir eftir Sigtór A. Petersen, sum røkti starvið seinasta mánaðin av kappingarárinum.

Bólkaspælið hjá Gentum U14 liðugt

07. Mai 2012

Gentur U14 hava spælt sínar dystir í bólkaspælinum. Okkara lið var við í B bólkinum, har tær spældu móti B71, B36 a og Skála. Tær endaðu nr. 3 við 8 stigum. Nýggj kapping verður løgd skjótt, har vit so skulu luttaka í einum...

les meir

07 Vestur - Víkingur 4-0

06. Mai 2012

Hóast Víkingur helstu vóru betra liðið fyrstu 45 minuttirnar, førdu vit 2-0 í steðginum. Tór-Ingar og Holgar skoraðu málini. Seinna hálvleik áttu vit allan og skoraðu eisini tvey afturat, fyrst Rógvi síðan Tór-Ingar. Liðið:Petur Meinhard Magnussen; Rógvi E. Nielsen...

les meir

Dysturin sunnudagin fluttur til kl. 19:00

03. Mai 2012

Av tí at leikararnir hjá Víkingi ynskja at sleppa til eina jarðarferð verður dysturin sunnudagin fluttur til kl. 19:00. ...

les meir

07 Vestur - B71 4-0

28. Apr 2012

07 Vestur komu tíðliga á odda, Holgar skoraði tað fyrsta, og Tór-Ingar beint aftaná. Ásmund økti til 3-0 áðrenn hálvleik. Vit skoraðu síðsta málið miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Tór-Ingar fekk sítt 2. mál fyri dagin. Vit hildu aftur málið tætt og fingu...

les meir

1. deild í dag

28. Apr 2012

Fýra dystir hava verið í 1. deild í dag. Síðsti dysturin, KÍ - Skála, verður leiktur í morgin. Ongar broytingar eru í toppinum. kl. 14:00 ...

les meir

Aftur ein rúgva av dystum komandi vikuskifti

24. Apr 2012

Nógv lið skulu í eldin leygardagin, U10 fyri fyrstu ferð í ár. Eisini ein broyting er, við tað at Dreingir U14 b hava skift um dyst við Víking, og spæla sostatt heimadyst fyrst. Øll vaksnu liðini spæla heimadyst, tvs. at...

les meir

Foreldrafundur fyri tey yngstu í Sandavági

23. Apr 2012

Hóskvøldið verður foreldrafundur fyri tey yngstu aldursbólkarnar, øll frá U12 og niðureftir, í SÍF-húsinum kl. 19:00. Á skránni verður venjingin og kappingarnar fyri komandi kappingarárið. ...

les meir

HB - 07 Vestur 1-3

22. Apr 2012

Eftir at vera komnir afturum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, megnaðu vit at flyta spæli longur fram og Aristide javnaði í 41. minutti. Í seinna hálvleiki fingu vit betri stýr á tingunum og skoraðu tvey mál. Fyrst Ásmund Hansen, og til endans Hørður Johansen....

les meir






Komandi dystir

EFFO-deildin, 21. okt. kl. 15:15 
ÍF - 07 Vestur 1-5

DU18, 23. okt. kl. 18:00 
07 Vestur - HBb 3-2


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 27 29 52
27 24 52
B36 27 23 48
NSÍ 27 22 46
HB 27 12 39
Skála 27 -9 33
EB/Streymur 27 -15 32
TB/FCS/Royn 27 -14 29
07 Vestur 27 -22 28
ÍF 27 -50 12

Málskjúttar

Søren
9
John
6
Holgar
5
Ken
5
Gunleif
2
Martin
2
Pål
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1