05. Feb 2013
Vit spældu okkara fyrsta venjingardyst í kvøld, nú niðurteljingin til kappingarbyrjan veruliga er byrjað. Á heimavølli á Dungasandi taptu vit fyri AB, sum hava verið flúgvandi í sínum veningardystum til nú.
25. Jan 2013
Sjúrður Ellefsen úr Miðvági hevur aftur gjørt sáttmála við 07 Vestur. Sjúrður telist millum royndastu leikararnar her vesturi, og tað er sostatt sera gott at hann er komin aftur.
25. Jan 2013
07 Vestur og Petur G. Dalbø úr Syðrugøta hava gjørt avtalu, ið inniber at 21-ára gamli gøtumaðurin verður at síggja í okkara svørtu í ár.
24. Jan 2013
Ungi tvørámaðurin verður at síggja í heilsvørtum aftur í ár. Gunleif spældi her vesturi í 2011, men var við TB í fjør, har hann eisini er uppvaksin. Eftir at hann og unnustan hava keypt hús í Sandavági, verður hann so aftur við okkum.
22. Jan 2013
07 Vestur og Eli Falkvard Nielsen hava í kvøld gjørt avtalu fyri 2013. 20 ára gamli Eli Falkvard Nielsen úr Sandavági vendur aftur eftir eitt ár í HB, og kemur at umboða 07 Vestur komandi kappingarár.
18. Jan 2013
Í kvøld hava 07 Vestur og sterki áloyparin Holgar Durhuus gjørt sáttmála, ið inniber at vestmenningurin eisini spælir við felagnum hetta kappingarárið.
31. Des 2012
07 Vestur vil við hesum ynskja gott nýggjár! Eisini takka vit stuðlum, bæði einstaklingum og fyritøkum, áskoðarum, leikarum, dómarum, foreldrum og annars øllum, ið halda felagnum í gongd, fyri farna árið.
30. Des 2012
Fyrireikingarnar til komandi kappingarár hava leingi verið í gongd, og nú byrja so venjingarnar endilinga aftur. Hóskvøldið 3. januar kl. 1830 byrjar teir vaksnu venjingina.