Ndende til 07 Vestur 07 Vestur hava júst undirskrivað sáttmála við Ndende Adama Guéye. Ndende verður roknaður sum ein veruligur styrkur á liðinum hjá nýggja venjaranum, Paula Poulsen.
07 Vestur havt aðalfund Í kvøld hevur 07 Vestur havt aðalfund eftir broyttu viðtøkunum, har nevndarval skal verða stutt eftir kappingarlok. Nýggj nevnd er skipað við 8 limum.
Fríði skrivað nýggjan sáttmála Fríði Sandberg Joensen hevur verið ein av týðningarmiklastu leikarunum á 2. liði í ár, og 20-ára gamli miðvingurin hevur nú eisini undirskrivað sáttmála fyri 2018.
Janus heldur fram í 07 Vestur Í kvøld hava Janus Svabo Samuelsen og 07 Vestur skrivað nýggjan sáttmála, ið knýtir leikaran at felagnum komandi kappingarár. Hóast bert 19-ára gamal, var Janus ímillum týðningarmiklastu leikarar okkara í ár.
Jón Krosslá Poulsen til 07 Vestur 07 Vestur kunngerð í kvøld, á 10-ára degi felagsins, at sáttmáli júst er skrivaður við Jón Krosslá Poulsen, sum sostatt flytir vestur at spæla komandi ár, og verður partur av EFFO-hópinum hjá nýggja venjaranum, Paula Poulsen.
07 Vestur útnevnt heiðurslimir Á sjálvum 10-ára føðingardegi felagsins útnevndi formaðurin, Jim Sonni Guttesen, tríggjar teir fyrstu heiðurslimirnar í 07 Vestur: Steinbjørn Hansen, Jóhan F. Magnussen og Magna Thomassen.
Karl og Ragnar skrivað sáttmála Sandavágsbrøðurnir Karl og Ragnar Weihe hava júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. Brøðurnir eru uppvaksnir í felagnum, og tað er okkum ein gleði at síggja ungar leikarar blanda seg uppí millum okkara bestu.
Pauli Poulsen nýggjur venjari hjá 07 Vestur Nú er greitt at komandi kappingarár verður Pauli Poulsen venjari hjá 07 Vestur. Pauli kemur vestur eftir hálvfjórða ár á Skála og tekur yvir eftir Sigtór A. Petersen, sum røkti starvið seinasta mánaðin av kappingarárinum.

07 Vestur - NSÍ 7-0

07. Apr 2012

Eftir at Jovan skoraði fyrsta málið longu í 3. sekundi, og Ragnar økti í 13. minutti, var ongantíð nakar ivið. Vit førdu 5-0 í hálvleikinum, og løgdu tvey afturat í øðrum hálvleiki. Einasta veruligi niðurtúrurin, var tá Jóhan Selfoss mátti út við skaða...

les meir

Skjótast málið í Føroyum nakrantíð? Jovan, 3 sekund.

05. Apr 2012

Hóast eingi offisiell hagtøl eru yvir skjótasta málið í Føroym nakrantíð, gera vit krav uppá hendan heiður, eftir at Jovan skoraði longu eftir 3 sekund í gjár. Jovan sendi eina langa avlevering framm eftir vøllinum, ið brast í jørðin og...

les meir

2. umfar í 1. deild

04. Apr 2012

Í dag eru fýra dystir í 2. umfarið í 1. deild leiktir. Síðsti dysturin í hesum umfarinum, B71 - EB/Streymur, verður ikki leiktur fyrr enn 11. apríl. Úrslitini vóru hesi: ...

les meir

Góð byrjan uppá kappingarárið

01. Apr 2012

Nøkur av liðum okkara hava byrjað kappingina í hesi vikuni. Dreingir U16 og U14 hava spælt og 1. liðið spældi í dag. Eisini triðja deild skuldi spælt, men dysturin var útsettur vegna okkurt brek á vællinum í Klaksvík. Dreigir U16...

les meir

B68 - 07 Vestur 0-2

01. Apr 2012

1. lið okkara eru á Toftum í dag. Dysturin byrjaði kl. 15:00, og í hálvleikinum førdu vit við einum málið, ið Ragnar Nattestad skoraði. Í seinna hálvleiki kom eisini bert eitt mál, og hesa ferð var tað Jóhan Selfoss, ið skoraði. Vit vunnu...

les meir

Venjingartíðir hjá dreingjum U10 og U12 í Sørvági

31. Mar 2012

Í Sørvági er venjingin hjá dreingjum U10 og U12 veruliga komin í gongd. Vant verður mánadag, mikudag og hósdag kl. 16-17:30. Venjari er Jógvan Páll Joensen, ið er at hitta á telefon 291982 ella jpj@fsf.fo ...

les meir

Thomas Dam & Co-steypið: smádreingir U14, B71 - 07 Vestur 2-3

31. Mar 2012

Eftir ætlan hava 07 Vestur U14 dreingir spælt steypakappingardyst á Sandi í morgun. 3 foreldur hjálptu okkum við koyring, og vóru tíðliga á veg við 11 leikarum til dyst. Á vøllinum byrjaðu:Silas Eyðsteison; Teitur Simonsen, Brandur Leonson, Niels Mouritsen,...

les meir

Venjingartíðir dreingir

27. Mar 2012

Dreingjaliðið hava nú vant eina tíð, og venjingartíðirnar eru eisini fastlagdar. Umframt hetta, verður ein frívillig felagsvenjing fyri 2. árs smádreingir og dreingir fríggjadagar. Tað er Hegga, ið venur dreingirnar. Dreingir (U16) venja fast mánadag, týsdag og hósdag kl. 17:00...

les meir






Komandi dystir

EFFO-deildin, 21. okt. kl. 15:15 
ÍF - 07 Vestur 1-5

DU18, 23. okt. kl. 18:00 
07 Vestur - HBb 3-2


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 27 29 52
27 24 52
B36 27 23 48
NSÍ 27 22 46
HB 27 12 39
Skála 27 -9 33
EB/Streymur 27 -15 32
TB/FCS/Royn 27 -14 29
07 Vestur 27 -22 28
ÍF 27 -50 12

Málskjúttar

Søren
9
John
6
Holgar
5
Ken
5
Gunleif
2
Martin
2
Pål
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1