Sannførandi 3-1 sigur í seinasta heimadystinum (Dystarfrásøgn) 07 Vestur vóru betra liðið á Dungasandi í dag, og, við trimum móti einum, vunnu vit sannførandi sigur í seinasta heimadystinum í ár. Martin og Søren skutu ávíkavist fyrsta og seinasta málið, meðan annað málið var sjálvmál.
Vit høvdu uppiborðið meira (Dystarfrásøgn) Vit høvdu fleri góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, men fingu bert tað eina málið. Beint fyri hálvleik vendu gestirnir dystinum, og so var mótbrekka. Dysturin endaði 2-3, og vit enda nú á 9. plássið, uttan møguleika at broyta støðuna.
Dystarfrásøgn: 07 Vestur - B36 4-3 Við nýggjum venjara á síðulinjuni fingu 07 Vestur størsta úrslitið í ár í hús. Tríggjar ferðir javnaðu gestirnir, men eftir fjórða málið lukkaðu vit nótina, og hildu úrslitið heim. Tillukku øll somul!
GU14 skrivað søgu (Dagført) Við sigrinum í finaluni um Eilif Arge-steypið, gjørdust genturnar fyrsta liðið hjá unga felag okkara, ið vinnur steypakappingina. Liðið er bert tað triðja úr Vágum nakrantíð, ið vinnur steypakapping.
GU14 STEYPAVINNARAR!!! 07 Vestur gentur U14 vunnu seinnapartin 2-1 í sera spennandi steypafinaluni móti AB/B71. Genturnar hjá Mass Anthoniussen komu á odda 1-0, og beint fyri dystarenda avgjørdu okkara røsku gentur dystin. HJARTALIGA TILLUKKU ØLL SOMUL!
Genturnar spæla steypafinalu leygardagin Gentur U14 hava spælt seg í steypafinaluna, og leygardagin skal slagið standa. Dysturin móti AB/B71 verður spældur á Tórsvølli kl. 14:30, og fjepparabussurin koyrir kl. 13:15. Øll eru meira enn vælkomin at stuðla okkara liði!
Kvinnur, GU17 og Old Girls, venjingar og leikarafundur Mikukvøldini 13. og 27. septembur kl. 20:00 verður venjing fyri kvinnum, GU17 og Old Girls í Sørvági. Mikukvøldið 18. oktobur kl. 18:00 verður leikarafundur fyri allar tær, í hava áhuga at spæla komandi ár.
Kvinnudeildin skotin í gongd Við stuttari og stuttligari venjing og hugnaløtu aftaná, meðan gentur U8 spældu uttanfyri, hevði kvinnudeildin hjá 07 Vestur sítt fyrsta tiltak.

Aðalfundur

27. Jan 2012

Boðið verður til aðalfundar hósdagin 1. marts kl. 19:00 í SÍ-húsinum í Sørvági. Skrá sambært viðtøkum felagsins. ...

les meir

07 Vestur gjørt sáttmála Tórstein Mýlingstind

26. Jan 2012

Fyrr í vikuni gjørdi 07 Vestur avtalu við unga kvívíkingin, um spæl hetta komandi kappingarárið. Vit í 07 Vestur eru sera fegin um, at Tórstein velur at halda fram, og ynskja honum eisini tillukku við yrkisleikarasáttmálanum. 18 ára gamli Tórstein...

les meir

Europes footballing 40-somethings

24. Jan 2012

Jens erik er í fínum selskapið, nú UEFA ger burturúr teimum fáu, ið enn spæla á hægsta støðið, eftir at teir hava rundað tey 40. Um Jens Erik verður skrivað:Asked whether he was starting to feel his age on...

les meir

Hørður og Sølvi til venjing hjá FCK

21. Jan 2012

Í morgin fer eitt lítið ferðalag frá 07 Vestur til Keypmannahavnar. Hørður Johansen og Sølvi Egilsson skulu, í eina viku, venja á FC Copenhagen School of Excellence. Silva, ið hevur koyrt eitt serligt venjingarprogramm saman við teimum í vetur, fer við teimum. ...

les meir

07 Vestur og Tór-Ingar gjørt avtalu fyri kappingarárið

19. Jan 2012

Í kvøld hava 07 Vestur og Tór-Ingar Akselsen úr Sandavági gjørt avtalu, ið inniber, at Tór-Ingar skal leika við felagnum hetta árið. Vit í 07 Vestur eru sera fegin um at fáa Tór-Ingar við aftur og ynskja honum tillukku við sáttmálanum. ...

les meir

Venjingin byrjar aftur!

16. Jan 2012

Mánadagin 23. januar kl. 18:30 byrjar venjingin hjá 1. deild aftur. Piotr Krakowski stendur aftur við róðri, nú 07 Vestur aftur skal berjast um uppflyting í bestu rekkjuna, Vodafone-deildina, sum tað kallaðist í fjør. Onkur nýggj andlit vera at síggja...

les meir

1. deild, 9. umfar (DAGFØRT)

31. Des 1899

Øll liðini í 1. deild eru í dystið í dag. 3 dystir vóru kl. 15, vit spældu kl. 17 og seinasti dysturin í deildini byrjaði kl. 1800. Úrslitini síggjast her:

les meir






Komandi dystir

EFFO-deildin, 15. okt. kl. 15:00 
07 Vestur - Suðringar 3-1


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 26 30 52
26 22 49
B36 26 23 47
NSÍ 26 24 46
HB 26 12 38
Skála 26 -11 30
TB/FCS/Royn 26 -12 29
EB/Streymur 26 -16 29
07 Vestur 26 -26 25
ÍF 26 -46 12

Málskjúttar

Søren
8
John
6
Ken
5
Holgar
3
Gunleif
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Martin
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1