Møguleiki at taka B2-venjaraskeið Um nóg stór undirtøka verður, skipar FSF fyri tveimum B2-venjaraskeiðum í februar mánað. Skeiðini verða í Havn og í Vági.
Góð byrjan uppá 2018 Í fyrsta venjingardysti okkara vunnu vit heili 4-1 á EB/Streymi á Eiði. Hálvleikstøðan varð 1-0 til okkum, men kanska ikki heilt uppiborið. Tó kann eingin mótmæla endaliga úrslitinum. Málskjúttar okkara vórðu Sølvi, Gilli, Jón og Janus.
GU18 og Kvinnur byrjað venjingina Fyrireikingarnar til kappingarárið eru nú ordiliga skotnar í gongd hjá gentum U18 og Kvinnum. Fyrsta venjingin varð í kvøld í Sørvági. Veðrið var gott og lagið eisini. Koyrið á!
Fleiri venjingardystir á skrá Nú verulig gongd er komin á fyrireikingarnar til komandi kappingarár í Betri-deildini, eru fleiri venjingardystir eisini fingnir í lag. Tann fyrsti verður longu um eina viku, týsdagin 16. januar, á Eiði móti EB/Streymi.
Holgar fluttur til Noregs at spæla Mest leikandi, toppskjútti og liðskipari okkara, Holgar Durhuus, hevur fingið sáttmála í Noregi, har hann skal spæla við Kvik Halden. Vit takka Holgari fyri tíðina og tað, hann hevur lagt eftir seg í 07 Vestur. Kanska vit fáa hann aftur einaferð.
Futsal-kappingar verið á Giljanesi Um vikuskifti hevur fullt umfar verið í Futsal fyri dreingur U16 og U14 á Giljanesi. 114 dystir blivu spældir teir 15 tímarnar. Stóra takk til Vága Kommunu fyri sera góðu umstøðurnar og til dómarar og hjálparfólk.
Gentur U18 og Kvinnur leikarafund hóskvøldið Hóskvøldið kl. 20 verður leikarafundur í 07 Vestur-húsinum fyri allar Gentur U18 og Kvinnur. Á skránni eru nøkur orð frá venjaranum, Silva, og gjøgnumgongd av venjingarætlan. Allar eiga at møta.
Martin kemur vestur aftur Martin Hjaltalin Dam og 07 Vestur hava júst undirskrivað sáttmála, sum inniber at 18-ára gamli leynadrongurin vendir aftur til 07 Vestur eftir tvey ár í Havn.

Tey yngstu í Sandavági eisini í svørtum komandi kappingarár!

21. Feb 2012

Í dag er eisini komið á mál við avtalu millum 07 Vestur og SÍF, ið inniber at yngstu deildirnar í Sandavági eisini koma at leika í navni og búna 07 Vestur. Silva hevur verið venjari fyri øllum teimum yngstu í Sandavági, og arbeitt...

les meir

Viðtøkur felagsins

20. Feb 2012

Í samband við aðalfund felagsins, ið lýstur er at vera hóskvøldið 1. marts kl. 19, og annars fyri eina ordans skyld, vera nú eisini viðtøkur felagsins lagdar á heimasíðuna, tó bert í PDF-formatið fyri fyrst, sí her. Aðalfundurin verður...

les meir

07 Vestur og SÍ gjørt avtalu um yngstu deildirnar

20. Feb 2012

Formennirnir í SÍ og 07 Vestur, ávíkavist Jákup á Stongum og Heðin Jørgensen, hava í dag undirskrivað avtalu um samstarv um yngstu deildirnar í Sørvági. Avtalan inniber, at komandi kappingarár koma øll børnini í Sørvági at leika í navni og búna 07 Vestur....

les meir

Aðalfundurin hjá FSF

19. Feb 2012

Aðalfundur FSF's var hildin á Hotel Hafnia í gjár, leygardagin 18. februar. Umboð fyri 07 Vestur vóru sjálvandi á fundinum, Heðin Jørgensen, formaður, og Jarnhold Nattestad, samskipari. Ikki nógv av týðningi var fyri á fundinum, bert ein hópur av vanligum...

les meir

1. deild byrjar eisini á Toftum

18. Feb 2012

Leikskráin fyri 1. deild er júst komin, og vit byrja á Toftum sunnudagin 1. apríl. Annað umfar verður á heimavølli móti NSÍ longu mikudagin 4. Fyrsti dysturin móti øðrum uppflytingarkandidatið verður í 5. umfarið, tá vit fáa vitjan av B71. ...

les meir

07 Vestur møtir B68 í steypakappingini

13. Feb 2012

Í eini endurtøku av 1. umfarið í 2010, skulu vit inn á Toftir at spæla steypadyst 2. páskadag. Vónandi kunnu vit spæla okkum til eitt betur úrslit í ár enn fyrraárið - vit taptu tá 3-0, hóast vit gjøru ein góðan figur. ...

les meir

Smádreingir byrjaðir at venja

08. Feb 2012

Smádreingir hjá 07 Vestur eru byrjaðir at venja, og í dag vandu 36 smádreingir í allara fagrasta veðrið : ...

les meir

07 Vestur og Jóhan Selfoss gjørt sáttmála

04. Feb 2012

Hóskvøldið skrivaðu 07 Vestur og Jóhan Selfoss undir yrkissáttmála. 20 ára gamli sørvingurin verður sostatt tíðandi partur av 1. liðið okkara hetta komandi kappingarárið. Jóhan er hevur sína fótbóltsuppaling í SÍ og seinni í 07 Vestur. Sum 16 ára gamal...

les meir






«2018»Í dag«Jan»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Komandi dystir

Betri-deildin, 20. jan. kl. 11:00
07 Vestur - Skála 
(Venjingardystur)

FUTSAL
GU12, 20. jan. kl. 11:50 (Argir)
DU12, 21. jan. kl. 13:00 (Argir)
GU14, 21. jan. kl. 18:25 (Argir)

 

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur 0 0 0
AB 0 0 0
B36 0 0 0
EB/Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
Skála 0 0 0
TB/FCS/Royn 0 0 0
Víkingur 0 0 0

Málskjúttar