
Jóannis heldur fram
11. Okt 2020
Í vikuni gjørdist greitt at varaliðskipari okkara, Jóannis á Steig, heldur fram í 07 Vestur, eftir at hann setti undirskrift á nýggjan 2-ára sáttmála.
Í vikuni gjørdist greitt at varaliðskipari okkara, Jóannis á Steig, heldur fram í 07 Vestur, eftir at hann setti undirskrift á nýggjan 2-ára sáttmála.
07 Vestur og Eiler Fróðason hava sett undirskriftir á nýggjan sáttmála, so nýggja stjørnuskotið heldur fram í barndómsfelagnum.
Sámal Erik Hentze hevur sent boð eftir Dann Fróðason til EM-undankappingardystirnar móti Spania á Tórsvølli og Montenegro á Svangasskariði ávíkavist 8. og 13. oktobur.
Somuleiðis sum menninir fóru útferð, sluppu kvinnurnar eisini at hugna sær í gjár, tó eitt sindur øðrvísi. (Myndir)
Eftir góða sigurin móti B68 í gjárkvøldið, gjørdist greitt at Sølvi Egilsson hevði sett sína undirskrift á nýggjan, longdan sáttmála við 07 Vestur. Sølvi skal sostatt, komandi ár, leika 10. árið fyri felagið.
Kvinnurnar lagt seg á silvurpláss áðrenn seinastu trý umførini, eftir sannførandi sigur í Suðri í dag. Gentur U18 skulu í gongd aftur komandi vikuskifti og gentur U15 fingið góða byrjan á endaspælið.
Kristina Nattestad fór seinnapartin til Danmarkar á venjingarlegu við U17-landsliðinum, sum Pauli Poulsen venjari hevði úttikið, sum liður í fyrireikingunum til EM endaspælið í Føroyum næsta ár.
Kvinnurnar spældu sera spennandi móti ÍVB, men fingu bert eitt stig, og, sum dysturin varð, má tað síggjast sum tvey tapt stig. GU18 vunnu á MB uttan dyst og GU15 vunnu 3-2 í Hoyvík