Kvinnurnar sigraðu aftur! Kvinnurnar settu sunnudagin hol á 2. hálvu við 4-2 sigri eftir spennandi dyst, og tóku sostatt aftur 3 stig, hesa ferð á Argjum. Og gentur U15 kempaðu ein harðan kamp, men máttu taka til takkar við ósigri á útivølli.
Kristina við á U17-landsliðið Kristina Nattestad hjá 07 Vestur er úttikin á U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 12. til 20. august skal á venjingarlegu í Danmark, har millum annað tríggir venjingardystir eru á skránni.
Kvinnurnar aftur á toppinum. Nú kappingin hjá kvinnum í 1. deild er hálvliðin hava 07 Vestur, við 1-0 sigri á HB á Dungasandi, lagt seg í oddin. Gentur U18 og U15 hava eisini spælt.
Lisa úttikin til landsliðið Lisa Haraldsen hjá 07 Vestur er við í hópinum, sum Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið, sum í døgunum 11. til 17. august skal til ”Talentstævne” í Horsens í Danmark
Kvinnurnar halda góðu gongdina Kvinnurnar vóru aftur í eldinum sunnudagin. Uppgávan varð annað liðið hjá KÍ, sum eru aftast í deildini, og úrslitið gjørdist góður 1-4 útisigur. Gentur U18 gentur hava eisini spælt hetta vikuskiftið, tær vóru inni á Skála og leiktu móti EBS/Skála.
Kvinnurnar aftur á sigurskós, við 5-1 sigri á felagsliðinum úr suðri. Eftir tvey tap var umráðandi at vinna heimadystin móti TB/FCS/Royn í dag, og tað eyðnaðist við sannførandi 5-1 sigri og fimm ymsum málskjúttum. Fríggjadagin spældu GU18 móti AB/B71 og leygardagin spældu GU15 við Margáir.
Kvinnurnar skuffandi 1-0 tap í Leirvík Eftir at heimaliðið skoraðu í næstseinasta minutti, máttu kvinnurnar taka vestur aftur úr Leirvík við skuffandi 1-0 tapi móti eysturoyarliðinum ÍF/Víkingur/B68 í ryggsekkinum. Vit kunnu tó fegnast um, at tveir leikarar, Asta og Eyðrið, fingu sínar fyrstu dystir fyri kvinnuliðið.
Kvinnurnar máttu lúta fyri fyrstu ferð í ár Eins og undanfarin ár, spældu kvinnurnar hjá 07 Vestur og AB/B71 aftur ein góðan og undirhaldandi dyst sunnudagin. Áskoðararnir fingu eisini sítt, við nógvum sepnnandi støðum og málmøguleikum. AB/B71 vunnu dystin 1-4. Í Miðvági vunnu GU18 stórsigur, meðan GU15 høvdu fríð.

Eli farin til HB

19. Mar 2012

Ein av týðningarmiklastu leikarum okkara í fjør, Eli Falkvard Nielsen, hevur gjørt av møguleikanum at spæla við HB. Stutt undan at flytingarvindeyga stongdi hóskvøldið, var alt komið í lag, og flytingin gjørdist veruleiki. Eli byrjaði at venja við havnarfelagnum longu...

les meir

Foreldrafundur var leygardagin

11. Mar 2012

Fyrsti foreldrafundurin, ið ungdómsnevndin skipar í ár var fyri foreldur at smádreingjum (U14) og dreingjum (U16) í SÍF-húsinum í gjár. Sera góð undirtøka var, eisini fyri uttanlandaferð í summar. Nevnd var skipað at taka sær av ferðini. Limagjald var eisini goldið...

les meir

Foreldrafundur fyri foreldur at smádreingjum og dreingjum

07. Mar 2012

Leygarmorgunin kl. 10 verður foreldrafundur fyri foreldrum at dreingjum á smádreingja- og dreingjaliðinum. Fundurin verður í SÍF-húsinum. Á skránni vera ymisk viðurskifti, harímillum uttanlandaferð. Foreldur vera eisini biðin um at taka limagjaldið á kr. 400 við. Longu í fjør var...

les meir

Ein lítil umrokkering í nevndini

03. Mar 2012

Nevndin í 07 Vestur hevur valt at umskipa seg eitt lítið sindur á fíggjarøkinum. Eivin Jacobsen, ið áður var valdur sum peningarøkil hevur latið hesa stóru uppgávu frá sær, so tað verður Jóhan F. á Ørg, ið eisini er bókhaldari felagsins, ið skal...

les meir

Nevndin hevur skipað seg

02. Mar 2012

Beint eftir aðalfundin í kvøld, hevði nýggja nevndin fyrsta fundin, har eittans punkt var á skránni, nevniliga at skipa nevndina. Eftir stutt orðaskifti, skipaði nevndin seg soleiðis: Heðin Jørgensen heldur fram sum formaður. Jarnhold Nattestad tekur við...

les meir

5. regluligi aðalfundur 07 Vestur

02. Mar 2012

Í kvøld var 5. regluligi aðalfundur 07 Vestur hildin, hesa ferð í 07 Vestur-húsinum við vøllin á Dungasandi. Nakað av fólki var komið saman lagið var gott! Niðanfyri kann fundarfrásøgn við formannsfrásøgn lesast. Aðalfundur 2012 1. marts...

les meir

Vinnarin av lutakastinum millum málpartabrøvini gjørdist Sunrid Nielsen, Sandavágur

27. Feb 2012

Drigið hevur verið ímillum málpartabrøvini. Hepnið vinnarin av eini flogferð við Atlantic Airways gjørdist Sunrid Nielsen í Sandavági. Vit ynskja Sunrid hjartaliga tillukku við vinninginum! ...

les meir

Silva enn eina ferð í miðlunum í Brasilia

24. Feb 2012

Brasilska heimasíðan globoesporte.globo.com hevur júst lagt eina grein um Silva og 07 Vestur út. Silva greiðir frá hvussu hann endaði í Føroyum eftir at hann flutti frá ungdómsdeildini í Botafogo, og endar við at greiða frá lívinum í Føroyum og menningina av teimum...

les meir






Komandi dystir 

1. deild menn
5. aug. kl. 19:00 07 Vestur - B36

1. deild kvinnur
23. aug. AB/B71 - 07 Vestur


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 14 17 29
NSÍ II 13 12 26
HB II 13 8 24
KÍ II 14 1 23
B71 14 2 19
B68 14 4 18
07 Vestur 14 -2 17
B36 II 14 -7 17
FC Hoyvík 14 -22 9
AB II 14 -13 8

Málskjúttar

Tór-Ingar Akselsen 5
Gilli Samuelsen 3
Dann Fróðason 2
Ragnar Weihe 2
Jóannis á Steig 1
Jógvan Petersen 1
Karl Weihe 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Solomon Kwao 1
Teitur Olsen 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
07 Vestur 8 15 18
AB/B71 7 27 15
HB 8 2 15
ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
TB/FCS/Royn 8 -12 7
AB 8 -5 6
8 -28 4

Málskjúttar

Julia Niclasen 4
Margit M. Kwao 4
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Eyðvør T. Poulsen 1
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Mona S. Poulsen 1
Ruth Albinsdóttir 1
Sjálvmál 1