Jóhann er nýggja vápnið hjá 07 Vestur Jóhann Hansson Joensen er nýggjur leikari hjá 07 Vestur. Hann undirskrivaði sáttmála í dag.
Obbekjær verður verandi Daniel Obbekjær kom til 07 Vestur miðskeiðis í kappingarárinum í ár. Sterki miðverjin hevur síðani staðið stinnur. Hann hevur spælt hvønn dyst og hevur verið ein sannur styrkur fyri okkum.
Jasper er okkara eitt ár afturat Jasper van der Heyden hevur longt sáttmálan við 07 Vestur í eitt ár.
Mathias Voss tekur eitt ár afturat í 07 Vestur “Voss er boss” er ein sangur hjá fjepparafelagnum hjá 07 Vestur. Tá ið tað kemur til ferð á vøllinum, er hetta heilt sikkurt ein sannleiki.
Einar og Julian skrivað avtalu við 07 Vestur Í vikuni hava Einar Thorgrímsson og Julian Mouritsen, sum báðir eru U17-leikarar, skrivað sáttmála við 07 Vestur.
Pætur og Jónas gjørt sáttmála Tveir av evnaríku ungdómsleikarunum hjá 07 Vestur, Pætur Askelsen og Jónas Prior, hava gjørt sáttmála við barndómsfelagið.
Liðskiparin longt sáttmálan Høgni Egilstoft Nielsen, miðvallari og liðskipari hjá 07 Vestur, hevur longt sáttmálan við 07 Vestur.

07 Vestur - B71 2-0

17. Sep 2012

07 Vestur tryggjaði sær øll trý stigini í síðsta heimadystinum, tá vit vunnu tryggan 2-0 sigur á B71. Brian Olsen skoraði bæði málini. Málini komu í 9. og 59. minutti.

les meir

Seinasti heimadysturin í ár

15. Sep 2012

07 Vestur spæla í dag kl. 15 síðsta heimadystin í ár. Vit hava tryggja okkum pláss í EFFO-deildini komandi ár, meðan gestirnir, hinir niðurflytarin frá í fjør, B71, hava verið rættiliga trilvandi, og næstan eru endaðir í niðurflytingarvanda enn eina ferð.

les meir

Gull!!!

09. Sep 2012

Í dag avgjørdu vit sjálvir 1. deild við 4-1 sigrið á B68 á Toftum. Við 7 stigaleiðslu og bert tveimum umførum eftir eru gullið og uppflytingin okkara! Tað vóru tvey mál frá Jovan og tvey frá Tór-Ingar, sum tryggjaðu okkum stigini í dag.

les meir

07 Vestur - NSÍ 2-1

06. Sep 2012

Vit vunnu í dag rættiliga uppiborið, sjálvt um tað var tepurt. Brian Olsen gjørdist tvímálsskjútti, eitt í hvørjum hálvleiki - tað fyrra rættiliga sjálvsamt (eitt upplagt youtube-mál, um nakar var knappur við upptøkutólinum).

les meir

07 Vestur - NSÍ í kvøld kl. 18:30

05. Sep 2012

Nú lækkar kappingarárið móti endanum og næstsíðsta heimadystin í ár fáa vit vitjan av NSÍ. Vit berjast um gull og kunnu við sigrið í kvøld koma nógv nærri

les meir

Ársveitsla

04. Sep 2012

Ársveitslan hjá 07 Vestur verður í SÍF-húsinum leygarkvøldið 22. septembur kl 19.30.

les meir

Ragnar spælt sín fyrsta dyst

04. Sep 2012

U19 kappingin í Danmark er nú komin gott og væl í gongd, liðini hava spælt upp til fýra dystir, og eftir skiftið til FC Midtjylland hevur Ragnar fingið sín fyrsta dyst. Sølvi er skaddur, og hevur tískil enn ikki verið í dystið fyri lið sítt, Silkeborg.

les meir

07 Vestur varveitt og styrkt leiðsluna

03. Sep 2012

Síðstu umførini vóru, av fleiri, spádd sum rættiliga avgerandi fyri vónir okkara um EFFO-spæl komandi ár. Serliga toppdysturin á Argjum kundi gerast spennandi.

les meir