Kvinnurnar halda góðu gongdina Kvinnurnar vóru aftur í eldinum sunnudagin. Uppgávan varð annað liðið hjá KÍ, sum eru aftast í deildini, og úrslitið gjørdist góður 1-4 útisigur. Gentur U18 gentur hava eisini spælt hetta vikuskiftið, tær vóru inni á Skála og leiktu móti EBS/Skála.
Kvinnurnar aftur á sigurskós, við 5-1 sigri á felagsliðinum úr suðri. Eftir tvey tap var umráðandi at vinna heimadystin móti TB/FCS/Royn í dag, og tað eyðnaðist við sannførandi 5-1 sigri og fimm ymsum málskjúttum. Fríggjadagin spældu GU18 móti AB/B71 og leygardagin spældu GU15 við Margáir.
Kvinnurnar skuffandi 1-0 tap í Leirvík Eftir at heimaliðið skoraðu í næstseinasta minutti, máttu kvinnurnar taka vestur aftur úr Leirvík við skuffandi 1-0 tapi móti eysturoyarliðinum ÍF/Víkingur/B68 í ryggsekkinum. Vit kunnu tó fegnast um, at tveir leikarar, Asta og Eyðrið, fingu sínar fyrstu dystir fyri kvinnuliðið.
Kvinnurnar máttu lúta fyri fyrstu ferð í ár Eins og undanfarin ár, spældu kvinnurnar hjá 07 Vestur og AB/B71 aftur ein góðan og undirhaldandi dyst sunnudagin. Áskoðararnir fingu eisini sítt, við nógvum sepnnandi støðum og málmøguleikum. AB/B71 vunnu dystin 1-4. Í Miðvági vunnu GU18 stórsigur, meðan GU15 høvdu fríð.
1. deild kvinnur vunnu 4-1 á AB Eftir ein stórsigur móti HB annanhvítusunnudag, so skuldu okkara kvinnur aftur í eldin. Hesa ferð var mótstøðan AB, sum komu vestur við einum 5-0 sigri móti felagsliðnum úr Suðuroynni í fyrsta umfari. Tí kundi væntast, ein spennandi uppgerð á Dungasandi.
Kvinnurnar løgdu fyri við stórsigri! Í fyrsta dystinum í ár gjørdu kvinnurnar ikki mætari enn at vinna heili 6-0 á HB í Gundadali, sum má sigast at vera meira enn góðkend kappingarbyrjan. Eisini gentur U18 og U15 hava verið í eldinum.
07 Vestur kvinnur spælt fyrsta venjingardystin Kvinnurnar spældu ársins fyrsta venjingardyst í gjár, í besta veðri, móti Víkingi. Dysturin varð sostatt ímillum vinnararnar seinastu tvey árini, eftirsum Víkingur vunnu 1. deild í fjør, og vit fyrraárið.

Europes footballing 40-somethings

24. Jan 2012

Jens erik er í fínum selskapið, nú UEFA ger burturúr teimum fáu, ið enn spæla á hægsta støðið, eftir at teir hava rundað tey 40. Um Jens Erik verður skrivað:Asked whether he was starting to feel his age on...

les meir

Hørður og Sølvi til venjing hjá FCK

21. Jan 2012

Í morgin fer eitt lítið ferðalag frá 07 Vestur til Keypmannahavnar. Hørður Johansen og Sølvi Egilsson skulu, í eina viku, venja á FC Copenhagen School of Excellence. Silva, ið hevur koyrt eitt serligt venjingarprogramm saman við teimum í vetur, fer við teimum. ...

les meir

07 Vestur og Tór-Ingar gjørt avtalu fyri kappingarárið

19. Jan 2012

Í kvøld hava 07 Vestur og Tór-Ingar Akselsen úr Sandavági gjørt avtalu, ið inniber, at Tór-Ingar skal leika við felagnum hetta árið. Vit í 07 Vestur eru sera fegin um at fáa Tór-Ingar við aftur og ynskja honum tillukku við sáttmálanum. ...

les meir

Venjingin byrjar aftur!

16. Jan 2012

Mánadagin 23. januar kl. 18:30 byrjar venjingin hjá 1. deild aftur. Piotr Krakowski stendur aftur við róðri, nú 07 Vestur aftur skal berjast um uppflyting í bestu rekkjuna, Vodafone-deildina, sum tað kallaðist í fjør. Onkur nýggj andlit vera at síggja...

les meir

1. deild, 9. umfar (DAGFØRT)

01. Jan 1900

Øll liðini í 1. deild eru í dystið í dag. 3 dystir vóru kl. 15, vit spældu kl. 17 og seinasti dysturin í deildini byrjaði kl. 1800. Úrslitini síggjast her:

les meir






Komandi dystir 

1. deild menn
12. juli 07 Vestur - B71 

1. deild kvinnur
5. juli kl. 17:15 KÍ - 07 Vestur


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
NSÍ II 11 11 22
Víkingur II 11 9 22
KÍ II 11 2 20
HB II 11 6 18
B68 11 8 17
B36 II 11 -5 16
07 Vestur 11 1 14
B71 11 -1 14
FC Hoyvík 11 -18 5
AB II 11 -13 4

Málskjúttar

Tór-Ingar Akselsen 4
Gilli Samuelsen 3
Dann Fróðason 2
Ragnar Weihe 2
Jógvan Petersen 1
Karl Weihe 1
Predrag Jeremic 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
07 Vestur 6 12 12
HB 5 7 12
AB/B71 5 9 9
ÍF/Víkingur/B68 5 -3 9
AB 5 1 6
TB/FCS/Royn 5 -11 4
5 -15 1

Málskjúttar

Julia Niclasen 4
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Margit M. Kwao 2
Eyðvør T. Poulsen 1
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina D. Gásdal 1
Marita E. Thorsvig 1
Mona S. Poulsen 1
Ruth Albinsdóttir 1