
Fyrstalið verið útferð í Tindhólmi
26. Aug 2020
Í góða veðrinum í gjárkvøldið fór besta manslið okkara útferð út í Tindhólm, har okkurt gott var til matna, umframt at náttúran sjálv er eitt satt njótilsi. (fleir myndir)
Í góða veðrinum í gjárkvøldið fór besta manslið okkara útferð út í Tindhólm, har okkurt gott var til matna, umframt at náttúran sjálv er eitt satt njótilsi. (fleir myndir)
Á frálíkari útferð í Tindhólmi undirskrivaði málverjin, Rafael Veloso, leingjan av sáttmálanum, so hann verður í 07 Vestur komandi árini. Eisini Predrag Jeremic hevur longt sáttmálan.
Í stórsigrinum í Hoyvík í dag, spældi Tór-Ingar sín dyst nummar 200 fyri 07 Vestur! Toppskjúttin, við tilsamans 67 málum, manglar nú bert ein dyst í, fyri at taka verandi metið hjá Holgar Durhuus aftur.
Kvinnurnar settu sunnudagin hol á 2. hálvu við 4-2 sigri eftir spennandi dyst, og tóku sostatt aftur 3 stig, hesa ferð á Argjum. Og gentur U15 kempaðu ein harðan kamp, men máttu taka til takkar við ósigri á útivølli.
Kristina Nattestad hjá 07 Vestur er úttikin á U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 12. til 20. august skal á venjingarlegu í Danmark, har millum annað tríggir venjingardystir eru á skránni.
Nú kappingin hjá kvinnum í 1. deild er hálvliðin hava 07 Vestur, við 1-0 sigri á HB á Dungasandi, lagt seg í oddin. Gentur U18 og U15 hava eisini spælt.
Lisa Haraldsen hjá 07 Vestur er við í hópinum, sum Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið, sum í døgunum 11. til 17. august skal til ”Talentstævne” í Horsens í Danmark
Kvinnurnar vóru aftur í eldinum sunnudagin. Uppgávan varð annað liðið hjá KÍ, sum eru aftast í deildini, og úrslitið gjørdist góður 1-4 útisigur. Gentur U18 gentur hava eisini spælt hetta vikuskiftið, tær vóru inni á Skála og leiktu móti EBS/Skála.