
Futsal í vetur!
03. Sep 2012
Fótbóltssambandið hevur avgjørt at seta í verk eina innandurakapping frá november 2012 til februar 2013 fyri aldursbólkarnar U12, U14 og U16.
Fótbóltssambandið hevur avgjørt at seta í verk eina innandurakapping frá november 2012 til februar 2013 fyri aldursbólkarnar U12, U14 og U16.
Í summarsteðginum gjørdist greitt at Sonni Ragnar skuldi leika við FC Midtjylland. Hann hevur vant og spælt við teimum síðan, umframt við U19-landsliðinum til NM-kappingina. Í gjár vóru so pappírini endaliga undirskrivað, og ungi verjuleikarin er so alment FC Midtjylland-leikari. Tillukku Ragnar!
07 Vestur vann í dag 2-1 á heimavølli móti KÍ. Við tveimum málum tíðliga í fyrra hálvleiki frá Tór-Ingari og Jákup Sveinbjørni kláraðu vit at halda fast um sigurin móti einum sera hart arbeiðandi KÍ-liðið.
Eftir ein sera góðan fyrra hálvleik, við málum frá báðum teimum nýggju leikarunum, Hørði Askham og Briani Olsen, hildu vit fast við sigurin, hóast AB fekk eitt mál. Nú eru tveir triðingar farnir av kappingini og vit liggja nummar 1.
Við sannførandi 2-0 sigrið á útivølli móti B71, sluppu vit endiliga í gongd aftur. Mál okkara skoraðu Jovan og Tór-Ingar, í báðum førum við góðari hjálp frá debutanti okkara úr Tjørnuvík, Briani Olsen.
Eftir fýra harðar dagar er kappingin í Århus liðug. Ferðalagið er komið heimaftur við góðum upplivilsum í viðførinum. Úrslitini hava verið svingandi, men øll kunnu vera nøgd við innsatsin.
Dagurin í dag var besti dagur okkara hvat úrslitum viðvíkur. Genturnar fingu sín fyrsta sigur og bæði dreingir U16 og U14 1 vunnu sínar. Alt gongur annars væl og bæði leiðarar og børn eru sera væl nøgd við túrin higartil.
Ragnar Nattestad og Hørður Askham úttiknir til U19-liðið, sum skal luttaka í NM-kappingini fyri U17-landslið.