Jóhann er nýggja vápnið hjá 07 Vestur Jóhann Hansson Joensen er nýggjur leikari hjá 07 Vestur. Hann undirskrivaði sáttmála í dag.
Obbekjær verður verandi Daniel Obbekjær kom til 07 Vestur miðskeiðis í kappingarárinum í ár. Sterki miðverjin hevur síðani staðið stinnur. Hann hevur spælt hvønn dyst og hevur verið ein sannur styrkur fyri okkum.
Jasper er okkara eitt ár afturat Jasper van der Heyden hevur longt sáttmálan við 07 Vestur í eitt ár.
Mathias Voss tekur eitt ár afturat í 07 Vestur “Voss er boss” er ein sangur hjá fjepparafelagnum hjá 07 Vestur. Tá ið tað kemur til ferð á vøllinum, er hetta heilt sikkurt ein sannleiki.
Einar og Julian skrivað avtalu við 07 Vestur Í vikuni hava Einar Thorgrímsson og Julian Mouritsen, sum báðir eru U17-leikarar, skrivað sáttmála við 07 Vestur.
Pætur og Jónas gjørt sáttmála Tveir av evnaríku ungdómsleikarunum hjá 07 Vestur, Pætur Askelsen og Jónas Prior, hava gjørt sáttmála við barndómsfelagið.
Liðskiparin longt sáttmálan Høgni Egilstoft Nielsen, miðvallari og liðskipari hjá 07 Vestur, hevur longt sáttmálan við 07 Vestur.

Broytingar í leikskránni í 1. deild

16. Jun 2012

Av tí at fleiri leikarar í 1. deild vera vekk við U17- og U19-landsliðunum í heyst, hevur FSF framskundað eitt leikumfarð fram um summarsteðgin. Vit spæla tískil eitt miðvikuumfar týsdagin 26. juni.

les meir

EB-Streymur - 07 Vestur 0-2

16. Jun 2012

Sigast kann í stuttum um dystin, at vit spældu ikki upp til okkara besta, men vunnu tó uppiborið.

les meir

Fótbóltsskúlin 6.-7. juli 2012

15. Jun 2012

Eins og undanfarin ár skipar FSF saman við feløgunum fyri fótbóltsskúla fyri børn í aldrinum 7-14 ár.

les meir

Kappingarskipan U10 leygardagin

15. Jun 2012

Trýggjar kappingar verða leygardagin, fyrst gentur U10 síðan tvær við dreingjum U10. Kappingarnar vera skipaðar soleiðis:

les meir

Summarkappingar hjá U10 leygardagin

14. Jun 2012

Í dag eru broytingar gjørdar í summarkappingunum fyri U10, sum verða leygardagin. Øll okkara lið luttaka í kappingunum í Sandavági og eingi á Toftum sum áður lýst.

les meir

Faxe Kondi Summar Cup 2012

14. Jun 2012

Leygardagin 14. juli 2012 verður stór fótbóltskapping fyri allar aldursbólkur í Gundadali.

les meir

07 Vestur búnar

13. Jun 2012

Nú verður endiliga gjørligt at ogna sær 07 Vestur búnar til bæði gentur og dreingir úr 12 ár. Møguleiki verður at passa og bíleggja búnar í SÍF-húsinum hósdagin, mánadagin og týsdagin.

les meir

Dreingir U16 spæla móti U15-landsliðinum

13. Jun 2012

Mánakvøldið verður forvitnisligur dystur í Sandavági, har vit fáa vitjan av U15-landsliðinum. Dysturin verður kl. 18:30 á Valloyruni. Øll eru vælkomin og atgongd er ókeypis! ...

les meir