Sámal gjørt sáttmála Í vikuni skrivaði Sámal á Steig undir sáttmála við 07 Vestur og 16-ára gamli málverjin hevur sostatt bundi seg til barndómsfelagið komandi árini.
Magnus Holm Jacobsen til 07 Vestur 07 Vestur og Magnus Holm Jacobsen hava undirskrivað sáttmála, og 22-ára gamli miðvallarin verður sostatt at síggja í nýggjum hvítum búna eftir skiftið frá B36.
Símun Joensen skal venja 2. deild og U21 07 Vestur hevur í dag skrivað undir venjarasáttmála við Símun Joensen, sum fær høvuðsábyrgdina av 2. deildarliði okkara og U21. 
Saman flyta vit okkum framá Í eina tíð hava fótbóltsfeløgini 07 Vestur og MB havt sera jaligar samráðingar um gentufótbóltin í Vágum, og vit gleðast um at boða frá, at feløgini nú fara undir samstarv um gentufótbóltin frá kappingarárinum 2023.
Sølvi verður eisini hjá 07 Vestur í ár Blekkið er næstan ikki vorðið turt, nú vit kunnu fortelja um næsta stríðsmannin, sum eisini hevur valt at skriva nýggjan sáttmála við 07 Vestur.
Stríðsmaðurin Teitur er eisini heitur komandi kappingarár Nú 07 vestur er í gongd við ættarliðsskifti, er týdningurin av royndum spælarum ikki at undirmeta. Hetta eru spælarar, sum hava roynt eitt sindur av hvørjum, og sum skulu vísa vegin fyri yngru spælarunum.
Heili trý stjørnuskot hava skrivað undir við 07 Vestur Tað legst støðugt til við stjørnuskotum hjá 07 vestur, nú ein sera góður árgangur av fótbóltsspælarum fær aldur til at gera sáttmála. Nú hava vit skrivað undir sáttmála við tríggjar av hesum leikarum afturat.
Jóhann er nýggja vápnið hjá 07 Vestur Jóhann Hansson Joensen er nýggjur leikari hjá 07 Vestur. Hann undirskrivaði sáttmála í dag.

Foreldrafundur var leygardagin

11. Mar 2012

Fyrsti foreldrafundurin, ið ungdómsnevndin skipar í ár var fyri foreldur at smádreingjum (U14) og dreingjum (U16) í SÍF-húsinum í gjár. Sera góð undirtøka var, eisini fyri uttanlandaferð í summar. Nevnd var skipað at taka sær av ferðini. Limagjald var eisini goldið...

les meir

Foreldrafundur fyri foreldur at smádreingjum og dreingjum

07. Mar 2012

Leygarmorgunin kl. 10 verður foreldrafundur fyri foreldrum at dreingjum á smádreingja- og dreingjaliðinum. Fundurin verður í SÍF-húsinum. Á skránni vera ymisk viðurskifti, harímillum uttanlandaferð. Foreldur vera eisini biðin um at taka limagjaldið á kr. 400 við. Longu í fjør var...

les meir

Ein lítil umrokkering í nevndini

03. Mar 2012

Nevndin í 07 Vestur hevur valt at umskipa seg eitt lítið sindur á fíggjarøkinum. Eivin Jacobsen, ið áður var valdur sum peningarøkil hevur latið hesa stóru uppgávu frá sær, so tað verður Jóhan F. á Ørg, ið eisini er bókhaldari felagsins, ið skal...

les meir

Nevndin hevur skipað seg

02. Mar 2012

Beint eftir aðalfundin í kvøld, hevði nýggja nevndin fyrsta fundin, har eittans punkt var á skránni, nevniliga at skipa nevndina. Eftir stutt orðaskifti, skipaði nevndin seg soleiðis: Heðin Jørgensen heldur fram sum formaður. Jarnhold Nattestad tekur við...

les meir

5. regluligi aðalfundur 07 Vestur

02. Mar 2012

Í kvøld var 5. regluligi aðalfundur 07 Vestur hildin, hesa ferð í 07 Vestur-húsinum við vøllin á Dungasandi. Nakað av fólki var komið saman lagið var gott! Niðanfyri kann fundarfrásøgn við formannsfrásøgn lesast. Aðalfundur 2012 1. marts...

les meir

Vinnarin av lutakastinum millum málpartabrøvini gjørdist Sunrid Nielsen, Sandavágur

27. Feb 2012

Drigið hevur verið ímillum málpartabrøvini. Hepnið vinnarin av eini flogferð við Atlantic Airways gjørdist Sunrid Nielsen í Sandavági. Vit ynskja Sunrid hjartaliga tillukku við vinninginum! ...

les meir

Silva enn eina ferð í miðlunum í Brasilia

24. Feb 2012

Brasilska heimasíðan globoesporte.globo.com hevur júst lagt eina grein um Silva og 07 Vestur út. Silva greiðir frá hvussu hann endaði í Føroyum eftir at hann flutti frá ungdómsdeildini í Botafogo, og endar við at greiða frá lívinum í Føroyum og menningina av teimum...

les meir

Tey yngstu í Sandavági eisini í svørtum komandi kappingarár!

21. Feb 2012

Í dag er eisini komið á mál við avtalu millum 07 Vestur og SÍF, ið inniber at yngstu deildirnar í Sandavági eisini koma at leika í navni og búna 07 Vestur. Silva hevur verið venjari fyri øllum teimum yngstu í Sandavági, og arbeitt...

les meir