Magnus Holm Jacobsen til 07 Vestur 07 Vestur og Magnus Holm Jacobsen hava undirskrivað sáttmála, og 22-ára gamli miðvallarin verður sostatt at síggja í nýggjum hvítum búna eftir skiftið frá B36.
Símun Joensen skal venja 2. deild og U21 07 Vestur hevur í dag skrivað undir venjarasáttmála við Símun Joensen, sum fær høvuðsábyrgdina av 2. deildarliði okkara og U21. 
Saman flyta vit okkum framá Í eina tíð hava fótbóltsfeløgini 07 Vestur og MB havt sera jaligar samráðingar um gentufótbóltin í Vágum, og vit gleðast um at boða frá, at feløgini nú fara undir samstarv um gentufótbóltin frá kappingarárinum 2023.
Sølvi verður eisini hjá 07 Vestur í ár Blekkið er næstan ikki vorðið turt, nú vit kunnu fortelja um næsta stríðsmannin, sum eisini hevur valt at skriva nýggjan sáttmála við 07 Vestur.
Stríðsmaðurin Teitur er eisini heitur komandi kappingarár Nú 07 vestur er í gongd við ættarliðsskifti, er týdningurin av royndum spælarum ikki at undirmeta. Hetta eru spælarar, sum hava roynt eitt sindur av hvørjum, og sum skulu vísa vegin fyri yngru spælarunum.
Heili trý stjørnuskot hava skrivað undir við 07 Vestur Tað legst støðugt til við stjørnuskotum hjá 07 vestur, nú ein sera góður árgangur av fótbóltsspælarum fær aldur til at gera sáttmála. Nú hava vit skrivað undir sáttmála við tríggjar av hesum leikarum afturat.
Jóhann er nýggja vápnið hjá 07 Vestur Jóhann Hansson Joensen er nýggjur leikari hjá 07 Vestur. Hann undirskrivaði sáttmála í dag.
Obbekjær verður verandi Daniel Obbekjær kom til 07 Vestur miðskeiðis í kappingarárinum í ár. Sterki miðverjin hevur síðani staðið stinnur. Hann hevur spælt hvønn dyst og hevur verið ein sannur styrkur fyri okkum.

Lisa úttikin til landsliðið

16. Jul 2020

Lisa Haraldsen hjá 07 Vestur er við í hópinum, sum Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið, sum í døgunum 11. til 17. august skal til ”Talentstævne” í Horsens í Danmark

les meir

Kvinnurnar halda góðu gongdina

07. Jul 2020

Kvinnurnar vóru aftur í eldinum sunnudagin. Uppgávan varð annað liðið hjá KÍ, sum eru aftast í deildini, og úrslitið gjørdist góður 1-4 útisigur. Gentur U18 gentur hava eisini spælt hetta vikuskiftið, tær vóru inni á Skála og leiktu móti EBS/Skála.

les meir

Kvinnurnar aftur á sigurskós, við 5-1 sigri á felagsliðinum úr suðri.

28. Jun 2020

Eftir tvey tap var umráðandi at vinna heimadystin móti TB/FCS/Royn í dag, og tað eyðnaðist við sannførandi 5-1 sigri og fimm ymsum málskjúttum. Fríggjadagin spældu GU18 móti AB/B71 og leygardagin spældu GU15 við Margáir.

les meir

Kvinnurnar skuffandi 1-0 tap í Leirvík

24. Jun 2020

Eftir at heimaliðið skoraðu í næstseinasta minutti, máttu kvinnurnar taka vestur aftur úr Leirvík við skuffandi 1-0 tapi móti eysturoyarliðinum ÍF/Víkingur/B68 í ryggsekkinum. Vit kunnu tó fegnast um, at tveir leikarar, Asta og Eyðrið, fingu sínar fyrstu dystir fyri kvinnuliðið.

les meir

Kvinnurnar máttu lúta fyri fyrstu ferð í ár

17. Jun 2020

Eins og undanfarin ár, spældu kvinnurnar hjá 07 Vestur og AB/B71 aftur ein góðan og undirhaldandi dyst sunnudagin. Áskoðararnir fingu eisini sítt, við nógvum sepnnandi støðum og málmøguleikum. AB/B71 vunnu dystin 1-4. Í Miðvági vunnu GU18 stórsigur, meðan GU15 høvdu fríð.

les meir

1. deild kvinnur vunnu 4-1 á AB

08. Jun 2020

Eftir ein stórsigur móti HB annanhvítusunnudag, so skuldu okkara kvinnur aftur í eldin. Hesa ferð var mótstøðan AB, sum komu vestur við einum 5-0 sigri móti felagsliðnum úr Suðuroynni í fyrsta umfari. Tí kundi væntast, ein spennandi uppgerð á Dungasandi.

les meir

Kvinnurnar løgdu fyri við stórsigri!

04. Jun 2020

Í fyrsta dystinum í ár gjørdu kvinnurnar ikki mætari enn at vinna heili 6-0 á HB í Gundadali, sum má sigast at vera meira enn góðkend kappingarbyrjan. Eisini gentur U18 og U15 hava verið í eldinum.

les meir

07 Vestur kvinnur spælt fyrsta venjingardystin

09. Mai 2020

Kvinnurnar spældu ársins fyrsta venjingardyst í gjár, í besta veðri, móti Víkingi. Dysturin varð sostatt ímillum vinnararnar seinastu tvey árini, eftirsum Víkingur vunnu 1. deild í fjør, og vit fyrraárið.

les meir