
Nóa og Hjalmar skulu við U15 til Írlands
01. Okt 2019
Nóa Eysteinsson og Hjalmar Gudmundsen eru á U15 landsliðinum, sum Jan Mølvad Laursen, venjari, hevur úttikið til kappingina í Írlandi.
Nóa Eysteinsson og Hjalmar Gudmundsen eru á U15 landsliðinum, sum Jan Mølvad Laursen, venjari, hevur úttikið til kappingina í Írlandi.
Málverji okkara, Silas Eysteinasson, er aftur úttikin til U21-landsliðið, sum skal spæla móti Ísrael um tvær vikur.
Í góða 3-0 sigri okkara á B71 í gjár, skjeyt Tór-Ingar seg uppá deilt 1. pláss í all-time toppskjúttalista okkara, við 62 málum, ájavnt Holgar Durhuus.
Vit eru sera stolt av at vit áttu annað liðið í finaluni hjá gentum U13, sum genturnar áttu 100% uppiborið. Tíverri eyðnaðist okkum ikki at vinna dystin og vit máttu taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum.
Sunnudagin spældu genturnar seg í finaluna, og longu í morgin, mikudagin 18. septembur kl. 17:00, skal finalan standa. 07 Vestur heitir sjálvandi á allar stuðlar at møta manniliga og stuðla gentum okkara.
Fyri løtu síðan spældu okkara gentur seg í steypafinaluna við at vinna á FC Hoyvík. Dysturin endaði 0-0, og eftir longda leiktíð hevði hvørki liðið fingið hol á. Vit vunnu so brotsparkskappingina 5-4, og skulu sostatt møta HB í finaluni.
Á U15-landsliðinum, sum júst spældi sín annan dyst í U15 Baltic Cup, byrjaði okkara egna Vár Edvardsdóttir. Dysturin móti Estlandi endaði við 1-0 tapi, sum eisini var hálvleikstøðan.
Silas við á U21-landsliðið, sum Eli og Hegga hava úttikið at spæla á útivølli móti Montenegro og Norðurmakedónia.